Tíðargrein úr Sosialinnu 7. august 2026:
Tað gevur skeiv insitament, ger vaksandi effektivitet til ein trupulleika og ger tað truplari at røkka endamálinum við fiskivinnustýring. Tað skrivar Hans Ellefsen, lektari og varadekanur á Fróðskaparsetir Føroya.
Í 1996 fóru Føroyar frá kvotuskipan til fiskidagaskipan fyri botnfiskiskapin undir Føroyum. Skipanin varð lýst sum ein nýskapandi føroysk loysn. Eftir 30 ár er spurningurin, um hon hevur tænt Føroyum væl.
Fiskivinnan hevur eina serliga støðu í Føroyum. Hon snýr seg ikki bara um búskap og lívfrøði, men eisini um søgu, mentan og samleika. Tað sæst kanska serliga í kjakinum um útróðurin. Men henda serstøðan broytir ikki tey grundleggjandi málini fyri fiskivinnustýring, sum eru, at vit ikki eiga at fiska meira, enn fiskastovnarnir tola, og at okkara felags fiskatilfeingi eigur at verða gagnnýtt soleiðis, at tað, innan teir karmar, sum samfelagið setur, skapar størst møguligt virði fyri føroyska samfelagið.
Vit kjakast sjáldan um, hvat endamálið við byggivinnuni, alivinnu ella aðrari vinnu er. Har taka vit sum givið, at vinnan skal skapa størst møguligt virði innan teir karmar, sum samfelagið setur. Hví skuldi tað verið øðrvísi í botnfiskiskapinum undir Føroyum?
##med2##
Vit regulera arbeiðsinnsatsin í staðin fyri veiðuna
Ein grundleggjandi meginregla í góðari regulering er, at reguleringsamboðið eigur at raka beinleiðis tað, sum samfelagið ynskir at ávirka. Kortini regulera vit í botnfiskiskapinum undir Føroyum arbeiðsinnsatsin heldur enn veiðuna. Tað er eitt óbeinleiðis og nógv meira torgreitt amboð.
Ímynda tær, at tað almenna skal byggja eitt nýtt sjúkrahús. Myndugleikarnir seta krøv til úrslitið. Sjúkrahúsið skal lúka byggireglurnar, hava tær funktiónir, sum eru neyðugar, og verða latið liðugt innan eina ávísa tíð og kostnað. Samstundis hava myndugleikarnir framvegis ræðið. Teir áseta treytirnar, meðan byggifyritøkan finnur tann mest effektiva arbeiðsháttin, og hava eftirlit við, at arbeiðið verður gjørt sambært avtaluni. Men tað almenna ger ikki av, hvussu arbeiðið verður skipað, hvørjar maskinur skulu brúkast ella hvussu nógv fólk skulu arbeiða á byggiplássinum.
Tað hevði verið løgið, um myndugleikarnir í staðin søgdu: "Tit hava loyvi at arbeiða 100.000 arbeiðstímar, men tit mugu ikki keypa størri kranar ella nýggja útgerð, tí so gerast tit ov effektiv." Kortini er tað í stóran mun hetta prinsippið, sum fiskidagaskipanin byggir á.
Vit kunnu eisini ímynda okkum eitt annað dømi. Hugsa tær, at alt alkohol í tax free-handlinum á flogvøllinum er ókeypis, men myndugleikarnir vilja avmarka, hvussu nógv hvør ferðandi kann taka við sær. Ein loysn er at siga, at hvør ferðandi kann taka eina fløsku av sterkum alkoholi, tríggjar vínfløskur og seks øl. Tað er ein beinleiðis regulering av nøgdini, meðan handilin sjálvur kann skipa søluna, sum hann vil.
Hin loysnin er at geva hvørjum ferðandi tveir minuttir inni í handlinum. Tá broytist atferðin beinanvegin. Ferðandi fara fyrst eftir teimum dýrastu vørunum og royna at fáa mest møguligt við sær upp á ta stuttu tíðina. Um tey gerast skjótari yvir tíð, fáa tey meira við sær. Myndugleikarnir høvdu tí verið noyddir at brúkt nógva orku upp á at stýra handlinum við alskyns smálutum, eitt nú smølum gongdum, minni hillaplássi og øðrum, fyri at tryggja, at tveir minuttir veruliga avmarkaðu, hvussu nógv varð tikið við.
Endamálið er tað sama: at avmarka, hvussu nógv verður tikið við, men í staðin fyri at regulera nøgdina verður arbeiðsinnsatsurin reguleraður. Hetta er í grundini munurin á kvotum og fiskidøgum. Kvotur regulera beinleiðis tað, sum samfelagið ynskir at avmarka, veiðuna. Fiskidagaskipanin roynir at røkka sama máli við at regulera arbeiðsinnsatsin.
Tað verður ofta sagt, at fiskimenn mugu góðtaka skipanina, um hon skal rigga. Tað er ein fyrimunur. Men eins og í øðrum vinnum eigur tað fyrst og fremst at vera endamálið við reguleringini, sum avger, hvussu hon verður sniðgivin. Ikki bert, hvat vinnan sjálv vil hava.
Fyri tað um vit kundu havt kvotur undir Føroyum merkir sjálvandi ikki, at fiskiskapurin annars skal fara frítt fram. Myndugleikarnir kunnu framvegis seta treytir fyri, hvør sleppur at fiska, t.d. bert føroyingar, hava reglur um meskavídd og aðrar tekniskar reglur. Men sjálv avmarkingin av fiskiskapinum eigur at raka beinleiðis tað, sum vit vilja stýra: veiðuna, heldur enn arbeiðsinnsatsin.
##med3##
Fiskidagaskipanin ger effektivitet til ein trupulleika
Allar reguleringsskipanir skapa insitament. Tá fiskidagurin er tað knappa tilfeingið, verður tað búskaparliga skilagott at fáa mest møguligt virði burtur úr hvørjum fiskidegi. Skip leggja seg tí eftir teimum fiskasløgum og teimum fiskileiðum, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum.
Men júst hetta verður ein trupulleiki í fiskidagaskipanini. Tá skipini gerast meira effektiv, hækkar veiðan fyri hvønn fiskidag. Hóast skipanin setur avmarkingar á skip og útgerð, steðgar tøkniliga menningin ikki. Nýggj útgerð, tøknilig menning og betri arbeiðshættir gera, at skipini fáa meira fisk fyri hvønn fiskidag enn áður.
Í eini kvotuskipan vilja skipini eisini gerast meira effektiv. Munurin er, hvat effektiviteturin verður brúktur til. Undir fiskidagaskipanini gevur effektivisering størri veiðu og harvið størri umsetning. Í eini kvotuskipan er veiðan longu avmarkað, so størri effektivitetur kann ikki geva størri veiðu. Hann verður í staðin brúktur til at minka um kostnaðin, betra um góðskuna og skapa størri virði úr somu veiðu. Kvotuskipanin flytur sostatt kappingina frá at fiska meira til at fiska betri og bíligari.
Undir fiskidagaskipanini verður vaksandi effektivitetur ein trupulleiki, sum reguleringin má royna at avmarka. Í eini kvotuskipan verður sami effektivitetur ein fyrimunur, tí veiðan longu er avmarkað.
##med4##
Fiskidagarnir hava nærum ongantíð verið bindandi
Ein reguleringsskipan hevur bert týdning, um hon er bindandi. Tað hevur fiskidagaskipanin undir Føroyum nærum ongantíð verið.
Sambært tilmælum frá Havstovuni so vórðu frá 1997 til 2025 bert í miðal 73 prosent av teimum útlutaðu fiskidøgunum í bólki 2–4 brúktir. Síðan 2006 hevur einki ár verið, har nýtslan er komin upp um 80 prosent. Hetta bendir á, at fiskidagarnir stóran part av tíðini ikki hava verið tann bindandi avmarkingin av fiskiskapinum.
Sagt verður, at vit nú nærkast, at fiskidagarnir eru bindandi, men tað vórðu bert umleið 6000 av umleið 9000 døgum fyri bólk 2-4 nýttir í 2025. Og tá skipanin kemur undir trýst, hava vit eisini sæð, at fiskidagatalið kann verða tillagað av løgtinginum. Í fjør varð til dømis mett neyðugt at geva bólki 5B fleiri fiskidagar, tí dagarnir vóru uppi og í ár er aftur uppskot um tað. Fram til 2025 sigst, at einki skip varð noytt at gevast við fiskiskapi, tí fiskidagarnir vóru uppi. So tað hevur bert verið rakstrarligu treytirnar, sum avmarkaðu fiskiskapin.
Ofta hoyrist argumentið, at fiskimenn ikki fara til fiskiskap, tá tað ikki loysir seg, og at hetta tí ger fiskidagaskipanina væleydnaða. Men tað er ikki eitt argument fyri fiskidagaskipanini. Soleiðis virkar ein marknaðarbúskapur. Eingin vinnurekandi framleiðir við vilja við undirskoti, og fiskimenn fara heldur ikki til fiskiskap, um teir vænta, at túrurin gevur undirskot. Tað hevði eisini verið galdandi undir fríum fiskiskapi. Fiskaprísir, oljuprísir, veður og onnur rakstrarlig viðurskifti avgera altíð, nær tað loysir seg at fara til fiskiskap.
Men júst tí kann hetta ikki brúkast sum argument fyri fiskidagaskipanini. Endamálið við fiskivinnustýring er ikki at tryggja, at fiskimenn bara fara til fiskiskap, tá tað loysir seg. Tað ger marknaðurin longu. Endamálið er at seta eina bindandi avmarking á samlaðu veiðuna, so fiskastovnarnir verða varðveittir og okkara felags tilfeingi skapar størst møguligt virði fyri samfelagið.
Umsitingarætlanin riggar heldur ikki
Veikleikin í skipanini sæst eisini í umsitingarætlanini fyri botnfiskastovnarnar, sum varð sett í verk í 2021.
Ætlanin byggir á, at fiskidagatalið kann skerjast ella økjast við upp til fimm prosent um árið, alt eftir lívfrøðiligu støðuni (tó kann skerjingin undir serligum umstøðum verða størri). Tað kundi givið meining, um fiskidagarnir vóru tann bindandi avmarkingin av fiskiskapinum.
Men tá stórur partur av fiskidøgunum kortini ikki verða brúktir, hevur ein skerjing upp á fimm prosent lítið at siga í veruleikanum. Tað svarar í stóran mun til at skera í luft. Skipini kunnu framvegis fiska allar teir dagar, tað loysir seg hjá teimum. Harvið missir umsitingarætlanin sítt týdningarmesta amboð.
Tað eigur at fáa okkum at seta ein grundleggjandi spurning: Er trupulleikin, at umsitingarætlanin skerjir ov fáar fiskidagar, ella at hon byggir á eitt reguleringsamboð, sum ikki rakar tað, vit ynskja at regulera?
Somu reiðarí hava ymisk úrslit
Munurin sæst eisini í føroyska flotanum. Umleið 80 prosent av virðinum í føroyskum fiskiskapi verður í dag skapt undir kvotuskipanum.
Í teimum fiskiskapum, sum verða reguleraðir við kvotum, hava føroysk reiðarí gjørt stórar íløgur í nýggj og sera effektiv skip. Føroysku uppsjóvarskipini og flakatrolararnir í Barentshavinum eru góð dømi um hetta.
Undir Føroyum er myndin ein onnur. Her hevur stórur partur av botnfiskiflotanum í nógv ár havt veikan rakstur og ofta undirskot. Tað hevur givið lítið grundarlag fyri nýggjum íløgum, og flotin er vorðin gamal. Samstundis gera teknisku avmarkingarnar í fiskidagaskipanini tað truplari at endurnýggja flotan.
Línuskipini verða ofta tikin fram sum undantakið. Skipini eru framvegis gomul, men fleiri hava fingið frystilast og aðrar umbyggingar. Men er tað kanska tí at meginparturin av fiskiskapinum hjá teimum fer fram undir kvotuskipanum uttan fyri føroyskan sjógv?
Tað bendir á, at trupulleikin ikki eru førleikarnir hjá føroyskum reiðarum. Somu reiðarí hava longu prógvað, at tey eru til reiðar at gera stórar íløgur og reka nakrar av heimsins mest effektivu fiskiflotum, tá reguleringin gevur teimum røttu insitamentini. Spurningurin er tí ikki, um føroysk reiðarí megna at nýskapa og effektivisera, men um reguleringin undir Føroyum gevur teimum somu møguleikar.
Botnfiskiskipini hava tó í løtuni munandi betri rakstrarlig kor enn fyri fáum árum síðani. Høgu prísirnir á serliga toski hava lyft inntøkurnar, og nógv skip klára seg tí væl, men fiskastovnarnir hava tað ikki betri. Tvørturímóti eru fleiri av botnfiskastovnunum framvegis undir tí støði, sum verður mett lívfrøðiliga burðardygt.
Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum
Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotuskipanum undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig avbjóðing, sum ein kvotuskipan má taka hædd fyri.
Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt, tí summi kortini snýta í skatti. Loysnin er ikki at gevast við at krevja skatt, men at hava gott eftirlit og revsa skattasvik. Á sama hátt er loysnin ikki at lata vera við at regulera veiðuna, men at sniðgeva eina skipan, sum bæði avmarkar veiðuna og handfer avbjóðingarnar við blandaðum fiskiskapi og útblaking.
Kjakið eigur heldur ikki bara at snúgva seg um kostnaðin av útblaking, men eisini um kostnaðin av verandi skipan. Botnfiskiflotin hevur í nógv ár havt veikan rakstur og fáar íløgur, samstundis sum fleiri botnfiskastovnar framvegis eru undir lívfrøðiliga burðardygga markinum.
Føroyar eru í dag einsamallar í okkara parti av heiminum um at brúka fiskidagaskipan sum høvuðsamboð í botnfiskiskapi. Noreg, Ísland, Bretland, Grønland og ES-lond regulera øll veiðuna við kvotum, hóast tey eisini hava blandaðan fiskiskap.
##med5##
Føroyar royndu ikki eina nútímans kvotuskipan
Ein onnur atfinning er, at Føroyar longu hava roynt kvotur. Tað er rætt, men skipanin frá 1994 til 1996 hevði fleiri grundleggjandi veikleikar. Kvoturnar vóru lítið fleksiblar, og skipanin var illa lagað til blandaðan fiskiskap. Tí varð hon tikin av aftur eftir bert tveimum árum.
Tað merkir kortini ikki, at allar kvotuskipanir eru óegnaðar undir Føroyum. Føroyski landgrunnurin er øðrvísi enn onnur havøki, og ein føroysk kvotuskipan má tí sniðgevast til føroysku viðurskiftini.
Spurningurin er tí ikki, um vit skulu endurtaka skipanina frá 1994, men hvussu ein nútímans føroysk kvotuskipan eigur at síggja út.
Niðurstøða
Fiskidagaskipanin varð løgd fram sum ein føroysk loysn, men var í veruleikanum eisini eitt kompromis millum frælsan fiskiskap og regulering. Spurningurin er, um hetta kompromiið hevur tænt Føroyum væl tey síðstu 30 árini.
Vit hava framvegis botnfiskastovnar, sum hava tað trupult. Vit hava framvegis ein botnfiskaflota við veikum lønsemi og avmarkaðum møguleikum at endurnýggja seg, hóast marknaðarstøðan hevur verið góð seinastu árini. Samstundis hava vit sæð, at fiskidagaskipanin hvørki regulerar veiðuna beinleiðis ella gevur teimum sum fiska insitament, sum vit ynskja. Tá fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, tapir alt samfelagið, tá okkara felags tilfeingi ikki verður gagnnýtt á besta hátt.
Kanska er tann mest grundleggjandi spurningurin tí ikki, um vit skulu hava fiskidagar ella kvotur. Kanska er spurningurin, um vit regulera tað rætta. Góð regulering snýr seg um at seta greið mørk fyri úrslitinum, ikki um at stýra arbeiðsháttinum.














