Í døgunum 21. til 25. mai verður kappast um IHF Trophy hjá monnum. Hetta er kapping millum U20-landslið hjá londum, í vanliga verða roknað millum tey smærru í hondbólti, og er talan um heimsfevnandi kapping. Hesa ferð ræður um at finna bestu smátjóðina í Europa, og seinni verður sonevnd hemsfinala, har bestu liðini úr ymsu heimspørtunum kappast.
Føroyar eru í bólki saman við Aserbadjan, Írlandi og Andorra. Í hinum bólkinum eru Moldova, Georgia, Stóra Bretland og Albania.
Á heimasíðu sínari skrivar Hondbóltssambandið, at føroysku dystirnir verða hesir:
21.05 kl. 17.00 Aserbajan – Føroyar
22.05 kl. 17.00 Føroyar – Írland
23.05 kl. 19.00 Andorra – Føroyar
24.05 Hálvfinalur og plaseringsdystir
25.05 Triðjapláss og finala
Venjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen, og teir hava úttikið hesar spælarar:
Málmenn:
Tóraldur Kollsker, H71
Niklas Simonsen, VÍF
Útispælarar:
Julian Olsen, VÍF
Rói B. Hansen, Neistin
Tróndur Arge, H71
Eirikur Simonsen, Viborg
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Jónas G. Djurhuus, H71
Kjartan Johansen, StÍF
Áki Egilsnes, VÍF
Allan Norðberg, StÍF
Pætur Thomsen, H71
Djóni V. Højgaard, H71
Helgi Hoydal, Viborg