“Horror House” í kjallaranum í Jómsborg

Í dag er eitt øðrvísi tilboð til suðuroyingar, og tey, ið eru stødd í oynni annars.

 

Í Jómsborg hoyrast vanliga vísur og kvæði, men ikki í dag.

 

Í dag eru tað heldur róp ella skríggj, ið verða at hoyra í Jómsborg í Vági.

 

10.flokkur í Vágs skúla hevur gjørt eitt sonevnt “Horror House” í kjallaranum í Jómsborg. Tað verður opið í dag fríggjadag 31.okt fra 17-19, frættist úr Vági.