Avgerandi í argumentatiónini hjá Jørgen Niclasen er, at N. Niclasen ongantíð hevur fingið boðini um at tollkreditturin varð uppsagdur.
Á tíðindafundinum fríggjadagin endurtók Jørgen Niclasen ferð eftir ferð, at fyritøkan N. Niclasen líka til 1992 handlaði, sum hevði hon ein tollkreditt.
- Vit vistu ikki, at tollkreditturin var uppsagdur í 1988, sigur Jørgen Niclasen.
Tíðindafundurin hjá Jørgen Niclasen sæst við at TRÝSTA HER. Rás2 sendi beinleiðis, og upptøkan hoyrist HER.
Sambært teimum skjølum, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum, visti høvuðsdeildin hjá Skipafelagnum í Havn heldur ikki, at tollkreditturin var uppsagdur.
Hóast skrivligu boðini um at tollkreditturin er uppsagdur, ikki eru at finna í skjølunum, og sambært Jørgeni Niclasen og Christiani Andreasen ikki eru at finna nakrastaðni, so peika onnur skjøl í málinum á, at boðini frá Toll- og Skattstovuni eru endað á deildini hjá Skipafelagnum í Sørvági.
Tað nærmasta, ið útflýggjaðu skjølini koma hesum horvnu boðum, er ein frágreiðing frá táverandi Toll- og Skattstovu Føroya. Í brævi til Advokatgarðin í august 1993 verður víst til hesi boðini, sum vórðu send til Sørvágs í januar 1988.
Eisini politirapportirnar eftir avhoyringarnar av eftirlitisfólki benda á tað sama.
Tað er greitt, at vøra er seld hjá N. Niclasen, uttan at tollurin er avgreiddur áðrenn. Men høvuðspersónurin sjálvur, Jørgen Niclasen, tvíheldur um, at hann kann ikki ábyrgdast fyri hetta.
- Ja, vørur vóru tiknar út og seldar, áðrenn tær vóru tollavgreiddar. Ja, tað var gjørt, tí tað er tollkredittur, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen tvíheldur um, at hann fekk ikki boðini um uppsagda tollkredittin fyrr enn í september 1992.
- Allir partar, tað vil siga tollvaldið, Skipafelagið og N. Niclasen hava fram til september 1992 handlað, sum var tollkreditturin framvegis í gildi, sigur Jørgen Niclasen.
FAKTA – skrivað um tollkredittin:
Toll- og Skattstovan metir, at eingin ivi er um, at frá og við 29. januar 1988 hevur P/F N. Niclasen í Sørvági ikki tollkreditt. Tí við skrivi frá 29. januar 1988 hevur avgreiðslan, ið útflýggjar tær tollskyldugu vørur til N. Niclasen, fingið fráboðan um, at tollkreditturin er afturtikin. Avvarandi skipaavgreiðsla er tí sjálvsagt greið yvir tollstøðuna við útflýggjan av vørunum, og eftir okkara metan er avgerandi í slíkum føri, um tann avgreiðslan, ið faktiskt útflýggjar vørurnar, er vitandi um at tollkundin hevur mist tollkredittin.
- Petur Alberg Lamhauge, Toll- og Skattstova Føroya, 23. august 1993
FAKTA – skrivað um tollkredittin
I øvrigt skal jeg bemærke, at opsigelsen af toldkreditten ved skrivelse af 29. januar 1988 ikke ses at være fulgt op af tiltag til at sikre, at denne blev effektiv, idet udleveringen af varer blot fortsatte som hidtil, og selv om det ved kontrolbesøg blev konstateret, at der var udleveret varer i strid med den opsagde toldkredit, blev der ikke skredet ind, og forholdet blev således stiltiende accepteret.
- M. Nepper-Christensen í brævi til Toll- og Skattstovuna, 7. februar 1994
Myndatema frá tíðindafundinum í Miðlahúsinum sæst við at TRÝSTA HER.
Les meira um tollmálið hjá Jørgen Niclasen í Sosialinum í kvøld. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.