Hósdagin hittast verjustjórar í London

Fleiri verjustjórar í fleiri londum skulu hósdagin hittast í Bretlandi at umrøða smálutirnar um friðarvarðveitandi herdeildirnar í Ukraina.

Bretski stjórnarleiðarin, Kier Starmer, á virtuellum fundi við stjórnarleiðarar í fleiri londum. Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað segði bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer á einum tíðindafundi í dag eftir ein virtuellan fund viðvíkjandi stuðli til Ukraina.

26 lond vóru umboðað á fundinum, teirra millum danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen.

Óvist er, hvussu nógv og hvørji lond verða til staðar á fundinum her hósdagin.

 

 

Bretski stjórnarleiðarin, Kier Starmer, á virtuellum fundi við stjórnarleiðarar í fleiri londum. Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix