Tá Føroyar og Póland spæla EM-undankappingardyst á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45 verður tað fimti ferð, at liðini spæla ímóti hvørjum øðrum. Tó bert aðru ferð í einari undankapping.
Stóra stjørnan, Robert Lewandowski er ikki við Pólandi á ferðini til Føroya, men tað tekur ikki stóra favorittleiklutin frá Pólandi.
10. februar í 2002 vann Póland 2-1 á Føroyum í einum venjingardysti á Tsirion leikvøllinum í Limassol á Kýpros. Talan er um einastu ferð vit hava skotið mál móti Pólandi í A-landsliðshøpi.
Rógvi Jacobsen skoraði málið hjá Føroyum. Maciej Zurawski skoraði bæði málini fyri Póland. Dysturin í 2002 er higartil frægasta úrslitið hjá okkum móti Pólandi.
21. februar í 2004 vann Póland ein knúsandi 6-0 stórsigur á Føroyum á Estadio Bahía Sur, San Fernando í Cadiz í Spania.
Paweł Kryszałowicz skoraði fýra mál fyri Póland í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki øktu Tomasz Kłos og Mariusz Kukielka um leiðsluna, so tað endaði við einum trivaligum sigri til Póland.
14. maj í 2006 vann Póland 4-0 á Føroyum í einum venjingardysti, ið var leiktur á Stadion Glówny í Wronki frammanfyri 4.000 áskoðarum.
Grzegorz Rasiak skoraði tvey mál, og Sebastian Mila og Marek Saganowski skutu eitt mál hvør.
7. september í ár spældu vit fyrra EM-undankappingardystin móti Pólandi frammanfyri 54.000 áskoðarum á PGE Narodowy leikvøllinum í Varsjava. Talan er um størstu áskoðarafjøldina nakrantíð, ið føroyska fótbóltslandsliðið hevur spælt frammanfyri.
Munurin millum liðini gjørdist Robert Lewandowski, ið skoraði bæði málini í einum 2-0 sigri. Tað fyrra upp á eitt brotsspark, ið vit ikki høvdu fingið um tað var í hinum endanum av vøllinum.
Samlaða málúrtøkan í teimum fýra dystunum er 14-1 til Póland.
So fáa vit at síggja um bæði føroyska veðurlagið og føroyska landsliðið kunnu spæla Pólandi eitt puss á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.45. Vit liva í vónini.
Kelda: FaroeSoccer