Ein av teimum heilt stóru málunum hjá samgonguni, tá hon tók við í heyst, var skipanin av einum nýggjum fiskivinnupolitikki.
Sum ein liður í hesum arbeiðinum staðfesti samgonguskjalið, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast, mannað av fólkum við fakligari vitan og vinnuligum royndum, ið skuld gera eitt upplegg til nýggja fiskivinnulóggávu.
Tað hevur tó gingið striltið at fáa manna arbeiðsbólkin, men nú tykist røringur at koma í.
Fiskimálaráðið hevur sent fjølmiðlunum eina innbjóðing til tíðindafund, har landsstýrismaðurin á økinum, Høgni Hoydal, fer at kunna um arbeiðsbólkin og arbeiðið.
Við in.fo ásannar Høgni Hoydal, at tað hevur tikið sína tíð at seta bólkin.
- Arbeiðsbólkurin er mannaður og arbeiðssetningur er orðaður. Hetta hevur drigið út, men tað var eisini nógv, ið skuldi fáast upp á pláss. Men nú hava vit mannað eina nevnd við góðum fólkum, og sett út í kortið ein greiðan arbeiðssetning, so vónandi sparir tað okkum eitt sindur av tíð.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at bólkurin er mannaður eftir teimum treytum, ið samgonguskjalið ásetir, men at tíðarfreistin í samgonguskjalinum, ið ásetur at lógaruppskotið verður klárt á ólavsøku 2016, er helst verri at halda.
- Bólkurin er, sum ásett í samgonguskjalinum, mannaður av fólkum við fakligari vitan og vinnuligum royndum. Tíðarætlanin verður verri at halda, men vit fara at stíla móti at hava eitt hvast evstamark fyri nær, at álitið frá arbeiðsbólkinum skal fyriliggja.

Hoydal: - Ein nevnd við góðum fólkum





