Hoyringsviðmerkingar frá friðarrøslu til avmarkandi tiltøk móti Russlandi

Viðvíkjandi løgtingsmálið 001/2025: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a.)

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum er lógaruppskotsánari

 

Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum er viðgerðandi løgtingsnevnd

 

Løgtingslimir, sum skulu taka avgerð um at samtykkja lógaruppskotið ella ikki

 

 

 

Att: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Bjarni Hammer, nevndarformaður og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

 

 

 

Viðvíkjandi løgtingsmálið 001/2025 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a.)

 

Áhugafelagið Føroyingar fyri friði er ein friðarrørsla, óheft politiskt og átrúnaðarliga, sum vil vera ein mótvekt til tann krígsorðaleik og polarisering, sum eyðkennir okkara tíð. Friðarrørslan, sum varð stovnað á aðalfundi í MEGD húsinum 5. oktober í ár við eini 5-fólkanevnd, við støði í friðartiltøkunum, sum seinasta árið hava verið fyriskipaði: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri, hevur niðanfyri nevndu viðmerkingar til nevnda lógaruppskot.

 

Fyrst skal viðmerkjast tað óhepna í tí, at lógaruppskotið ikki hevur verið til formliga hoyring hjá viðkomandi áhugapørtum. Vit halda ikki tað er nóg mikið bert at hava hoyringsfund fyri vinnuni, tí talan er um prinsipielt stórt mál, ið hevur við allar føroyingar at gera; og sum samanknýtir handilspolitikk við trygdarpolitikk.

 

Áhugafelagið Føroyingar fyri friði vil heita á Løgting og Landsstýrið um at bera so í bandi, at royna diplomatisku loysnina fyrst, áðrenn at seta í verk herdar atgerðir við atliti at virksemi atknýtt kríggið millum Russland og Ukraina.

 

Sum friðarrørsla virka vit fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, støðugari vápnaavdubbing, umframt at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum, javnstøðu og diplomatiskum loysnum. Vit ynskja í hesum sambandi, at fólkasløg virða mentanir og virðir hjá hvør øðrum.  

 

Vit halda tað vera í trá við endamálsorðingina hjá friðarrørsluni, og vilja vit tí heita á Løgting og Landsstýrið um at hava friðarhugsjónina fremst í huga, tá viðurskifti, sum hava við kríggj millum heimsins lond at gera, verða viðgjørd. Tí friðarhugsjónin virðir ymiskar mentanir, menniskjarættindi og javnstøðu, umframt altíð at hava diplomatisku friðarloysnina sum tað fyrstu atgerðina í einhvørjari ósemju fólkanna- og landanna millum.

 

Friðarhugsjónin kann fyribyrgja og steðga kríggjum og er tann besta trygdin fyri friði landsins stjórn kann geva sínum borgarum. At herða atgerðirnar, sum lógaruppskotið leggur upp til,

 

 

 

kann í ringasta føri hava øvuta avleiðing við at leingja um kríggið, og versna um trygdina hjá borgarum eisini her um okkara leiðir.  

 

Hóast nevnda lógaruppskot longu nú hevur havt tvær viðgerðir í løgtinginum, so vóna vit í nevndini í Føroyingum fyri friði, at okkara hoyringsviðmerkingar kunnu viðgerast áðrenn og í sambandi við triðju viðgerð í løgtinginum.

 

Hesar hoyringsviðmerkingar verða í kunningarhøpi eisini sendar løgmansembætinum.

 

Við vón um jaliga móttøku av okkara hoyringsviðmerkingum.

 

 

 

Hoyvík, 25. november 2025

 

 

 

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

 

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk

 

Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk

 

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur

 

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

 

Petur Asano, nevndarlimur