– Hesi børnini hava ikki bara sett seg niður at vísa ónøgd, men hava konkret víst á, við bæði teksti og tekningum, hvat tey ynsktu fyri at betra trivnaðin, t.d. spælipláss, klatristativ, reiggjur, kurvabóltsbana og annað, skrivar torshavn.fo
Størsta ynski teirra er at graslíkisvøllurin verður gjørdur í stand og næst á listanum stendur ein eiturkoppareiggja.
Fríggjamorgunin handaðu tey borgarstjóranum skriv og ein heilan hóp av konkretum uppskotum um rættiligar bíligar loysnir.
– Talan var um sera rúgvusmikið tilfar, sum borgarstjórin nú sigur seg at fara at granska í størsta álvara, áðrenn farið verður undir at fremja onkrar av loysnunum í verki, skrivar Tórshavnar býráð á heimasíðuni.