HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin skipað seg

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaðan aðalfund 26. februar 2025.

 

Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum varð hildin á Hotel Brandan. Ester Dahl varð vald til fundarstjóra. Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

 

Formaðurin, Rasmus Nolsøe, legði fram frágreiðing um farna árið, meðan kassameistarin, Bára Gásadal, legði fram roknskapin, sum síðan varð góðkendur av fundinum.

 


Nýggj samanseting av nevndini

 

Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali: Rasmus Nolsøe, Sonny Joensen, Guðrun Poulsen og Beinta Wilhelm. Rasmus og Sonny tóku við afturvali, meðan Guðrun og Beinta valdu at takka fyri seg. Í teirra stað vórðu Rannvá Justinussen og Hanna Nónstein valdar inn í nevndina.

 

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

 

  • Rasmus Nolsøe, formaður

  • Alexandra á Dul, næstforkvinna

  • Bára Gásadal, kassameistari

  • Sonny Joensen, skrivari

  • Rannvá Justinussen, nevndarlimur

  • Hanna Nónstein, nevndarlimur

  • Andras Thomassen, nevndarlimur

 

HR í Føroyum takkar Guðrun Poulsen og Beintu Wilhelm fyri teirra virðismikla íkast og ynskja teimum alt tað besta!  Samtíðis verður ynskt Rannvu Justinussen og Hannu Nónstein hjartaliga tillukku við valinum og vælkomnum í nevndina. Nevndin fer beinanvegin til verka, og fleiri tiltøk eru longu á skrá, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Áhugafelagið HR í Føroyum er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.