Seinastu tíðina hevur tað verið hugaligt at vera útróðrarmaður. Bæði fiskiskapur og fiskaprísir hava verið góðir. At so veðrið ikki altíð er til vildar, noyðast útróðrarmenninir – og øll onnur - at liva við.
Útróðrarbáturin Heidi hjá Magnusi í Hjøllum (Magga) á Toftum telist í løtuni millum teir fáu, sum eru á vinnuligum útróðri í kommununi.
Áður hevði Toftabygd nógvan útróður, men eins og í flestu øðrum bygdum, har nógvur útróður var, er eingin tilgongd til hesa vinnu - og heldur er tað so, at tað dettur burturav.
Tórleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum býr á Nesi, var á bryggjuni ein dagin herfyri, tá Magnus í Hjøllum kom aftur av útróðri. Teir høvdu verið eystan fyri við 20 stampum og høvdu 3000 pund.
- At fáa 150 pund á stampin er ein góður túrur, sigur Magnus í Hjøllum, sum eigur og rekur útróðrarbátin, Heidi, ið er ein longdur Starlet 29.
Johan S. Jensen, sum rør út saman við Magnusi í Hjøllum, vísir á, at meginparturin av veiðini er toskur, og so er nakað av hýsu.
- So, vónandi verður prísurin góður, helt hann fyri, tá sjómanstrúboðarin vitjaði. Umborð á Heidi seta teir við trakt, og teir egna gággu, høguslokk og makrel.