Í dag fer Løgitingið undir viðgerðina av uppskoti Tjóðveldisfloksins um eina aðra skipan fyri vinnuliga fiskiskap. Uttan at fara í smálutir við uppskotinum kann staðfestast, at uppskotið er sera áhugavert. Uppskotstillararnir vísa á, at tað í dag er semja, at fiskidagar eiga kunnu umsetast. Bæði vinnan og politiska skipanin meta tað vera neyðugt, at fiskidagar kunnu keypast og seljast til tess at gera skipanina liðiliga. Víðari siga uppskotstillararnir, at spurningurin er tískil ber, hvør skal standa sum seljari av rættinum at fiska: Um tað skal vera sum í dag, har reiðarí, sum hava fingið hendan rætt fyri einki frá landinum, skulu selja rættin víðari, ella um landið skal selja hann.
Tjóðveldisflokkurin vísir á, at sum lógin er í dag, kann ikki vera talan um privatan ognarrætt til fiskin, sum svimur í havinum. Fiskurin í føroyskum sjóøki er jú ogn Føroya fólks og flokkurin hevur tí rætt í hesum, at tað bert kann vera landið, sum hevur heimildina at selja rættin at veiða í føroyskum sjóøki. Eisini verður gjørt vart við, at rætturin at fiska ikki kann vera at meta sum privat ogn, eigur tað at verða skipað so í framtíðini, at fiskirættindi ikki skulu kunna seljast med alla, men bert fyri eitt avmarkað tíðarskeið.
Heilt ítøkiliga verður mælt til, at stovnað verður ein tilfeingisbúð, har fiskidagar verða bodnir út á uppboðssølu. Grundhugsanin undir hesum uppskoti byggir m.a. á teir tankar, sum lagdir vórðu fram í frágreiðing Búskaparráðsins á vári 2000 undir heitinum Fiskidagamarknaður fyri Føroyar. Eitt endamálið við uppskotinum er, sigur Tjóðveldisflokkurin, berast má so í bandi, at tey bestu, dugnaligastu og ídnastu fólkini kunnu sleppa framat, eins og neyðugt er at forða fyri, at fiskiskapuirn verður eyðkendur av monopolum í framtíðini.
Uppskot Tjóðveldisflokksins er áhugavert. Tað er eitt neyðugut og týdningarmikið íkast til tað orðaskifti um ognarrættin til livandi tilfeingi okkara, ið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á teimum stóru skipasølunum, ið hava verið i seinastuni. Nú veit eingin, hvørja lagnu uppskotið fær á tingi. Uttan mun til, hvussu tað fer at ganga, so ger samgongan klókt í at taka hetta uppskot við í sínum arbeiði við eini nýggjari lóggávu um vinnuligan fiskiskap. Vit hava siðvenju fyri breiðum semjum um lóggávuna kring vinnuliga fiskiskapin, og hesa semju eiga løgting og landsstýri at royna at varðveita. Uppskot Tjóðveldisflokksins er møguliga ein roynd at fáa ávirkan á eina komandi fiskivinnulóggávu, og er uppskotið sostatt í hesum høpi ein sera áhugaverd roynd.