Áhugin lokkar fólk til Føroyar – ikki prísurin

- Prísurin á ferðaseðlinum hevur ikki so stóra tydning. Fólk ferðast til Føroyar av áhuga. Tað sigur svenska ferðavinnu blaðkvinnan Karin Wallén, sum saman við einum myndamanni hevur kanna Føroyar sum ferðamannaland fyri fleiri svensk bløð

Kendasta blaðið Karin Wallén skrivar fyri er óivað Vagabond, sum er størsta ferðamannablaðið í Svøríki. Sjálv ferðast hon til umleið tíggju ymisk lond árliga.


Er hetta tín fyrsti túrur til Føroya?

- Ja, men so avgjørt ikki tann síðsti.


Hvussu dámdi tær at lenda í Føroyum?

- Tað var vakurt at síggja hesar grønu tindarnir stinga seg upp úr havinum. Eg havi lent á nógv verri støðum, so eg hugsaði ikki um at flogbreytin var stutt.


Hvat er størsta upplivingin higartil?

- Tað er avgjørt at vera á fjalli við Absalon Hansen. Eg kendi meg sum eina flugu á vegginum, ið kundi eygleiða henda sjónleik, sum tað er at fáa seyðin inn.


Hvat hava tit etið, meðan tit hava verið her?

- Vit hava leitað eftir einari góðari fiskamatstovu, men ikki funnið nakra. Vit hava etið slíkt, sum ein kann eta allastaðni, so sum pitsa og salat. Eg hevði vilja roynt grind, lunda og tosk.


Minnur Føroyar um nakað annað land tú hevur ferðast í?

- Eg haldi at Føroyar líkjast nógv Irlandi og Baskaralandið í Spania. Eisini er tað rættiliga líkt svensku fjøllunum.


Hvat heldur tú kann gera Føroyar til eitt enn betri ferðaland?

- Tit kunnu útbyggja tað tit hava - nevnliga eina fantastiska náttúru. Ger gonguleiðir á fjøllunum við hyttum, har til ber at gista. Hvalasafari er nógv brúkt á Íslandi, so hví ikki?


Hvat heldur tú um ferðaseðlaprísin?

- Sjálvandi kunnu vit sum sviar koma sera langt fyri pengarnar, sum tað kostar at koma til Føroyar. Men her kemur man, tí man er áhugaður, og tí vænti eg ikki, at prísurin er tað avgerandi, tá ein fer til Føroya.


Hvat fert tú at skriva um Føroyar?

- Eg skrivi fyri trý ymisk bløð, ein grein verður um Absalon Hansen og hansara hundar. Ein grein verður um, hvussu tað er at arbeiða í Føroyum sum svii, og so ein stór grein um okkara "roadtrip" gjøgnum landið fyri Vagabond.


Hvar ber leiðin aftan á henda túrin?

- Mær dámar væl at ferðast til øðrvísi lond. Ein dreymur er at fara til Svalbard og Grønland.


Fakta Karin Wallén

Aldur: 36

Starv: ferðavinnu blaðkvinna fyri ymisk svensk bløð

Bústaður: Stokkholm

Lond sum hon hevur vitja higartil í ár:

Týskland

Teiland

Namibia

Kanada

Grikkaland

Skottland

England/Wales

Norra

Føroyar