Hugsa fyrst og fremst um at verja

Virðingin er stór fyri portugisiska mótstøðuliðnum, ið fer at royna seg í umstøðum, sum teir í Portugal ikki eru vanir við

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í U-21 landsdystinum í Klaksvík. Stórfavorittarnir úr Portugal eru gestir, og tað er einki at liggja omaná, at umstøðurnar at spæla fótbólt í Klaksvík í dag eru øðrvísi, enn teir úr Portugal eru vanir við.

 

Tað er høgætt, og tað er hvítt heilt langt oman. Tað er kalt, og ælingarnir kunnu vera frekir. Men tað er rættiliga stilt, og vøllurin er grønur og góður at spæla á.

 

At talan er um eitt tað besta U-21 landsliðið í Europa sæst aftur í, at føroysku venjararnir Eyðun Klakstein venjari og Atli Gregersen hjálparvenjari leggja fyri við serligum denti á verjuspæli.

 

Føroyska liðið er í 5-4-1 uppstilling við Jørgeni Nielsen sum einasti manni í fremstu røð

 

 

 

Føroyar – Portugal kl. 16.00

 

U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík

 

Dómarakvartett úr Makedonia: Jovan Kachevski, Slagjan Markoski, Branko Putilin og Ivana Projkovska (4. dómari)

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øresttad, Martin Agnarsson –Heini Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen

 

Á beinkinum: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Emil Weihe Joensen, Leivur F. Guttesen, Beinir Nolsøe, Bergur J. Poulsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Ejvind R. Mouritsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen