Hugsið náttúrvernd og ikki náttúruoyðsl!

Finnið eina alternativa fyri at staðsetingini í 12. tíma so semja fæst!

Eftir Jóhann Mortensen

 

 

 

Fyrsta dagin í árinum fekk Náttúruverndarlógin gildi. Hon ereitt stórt framstig fyri náttúruna, og strembanina hjá Føroyafólki eftir at verja arvin, vit hava fingið, og skulu lata komandiættarliðum.

 

At gera eitt inntriv í fríøkið við Sandá er í andsøgn við andan í Náttúruverndarlógini, sum Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fekk samtykta ífjør. Lógin letur afturímótiupp fyri møguleikanum at friða Sandagerð og fríøkið viðSandá sum landslagsverndarøki.

 

Men tað fer býráðið neyvan at gera. Greinin hjá HeðiniMortensen, borgarstjóra, “Tá Tjóðveldi gav Argja kirkjujólagávu”, ber greitt á tað borð, at eitt byggiloyvi verðursamtykt í morgin 29. februar. Aftur ein lagnustund hjá náttúruí høvuðsstaðarøkinum.

 

 

 

Verja umhvørvi...

 

“Sjálvsagt skal Tórshavnar kommuna ganga á odda, tá taðkemur til at verja umhvørvið”. Soleiðis verður sligið fast í valskrá hjá lista C til býráðsvalið 10. november 2020. Fer hetta vallyftið at verða virt hóskvøldið? Ella verður lyftið setttil viks, sum meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndinigjørdi í mars 2021, tá eitt prinsipielt byggiloyvi varð samtykt?

 

Tá politikkarar ikki virða valskráir, sum listar ella flokkarteirra hava, virða teir hvørki veljarar, ella tey, sum taka eittstórt tak í einum valstríði. Slík framferð undirgravar eisinidemokratiið, vísa altjóða eygleiðarar á, og elva til víðgongdmótrák.

 

At gera eitt ógvusligt inntriv í eitt av heilt fáu almennu fríunáttúruøkjunum er eisini í andsøgn við grønu leiðina hjáHavnar kommunu, tí í máli 6 verður staðfest, at:

 

“Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygdarumhvørvi, har trø og øki við upprunaligumplantuvøkstri skulu varðveitast”.

 

Býráðslimir eru valdir ar umsita hesi mál, og ikki bróta tey! Býráðslimir eru valdir at tæna fólkinum. Ikki at arbeiða ímótibreiðum fólkaynski, sum býráðið er í ferð við.

 

Við atliti at fríøkinum mæla tveir av okkara fremstu plantu- og náttúrufrøðingum, Finnur Lútzen og Magnus Gaard, sostaðiliga til at varðveita økið. Í Sandagerði og í lendinum framvið Sandá eru um 90 plantusløg. Nevndirnar í FNU, HavnarHugna og Sílaveiðifelagnum mæla eisini til at lata lendið framvið Sandá fáa frið. Men ger býráðið tað?

 

##med2##

 

Lond og býir endurskapa náttúru - bara ikki Havnin

 

So seint sum í gjár samtykti ES lóg um at endurskapa náttúru, sum er oyðslað burtur. Lond og náttúrufelagsskapir fegnast.

 

Á flaggdegnum ífjør heittu norðurlendsku umhvørvis- og nattúrufelagsskapirnir - eisisni FNU - á Norðurlond um at setasum mál at koma upp í 30 prosent av vardari náttúru bara fyriat fáa javnvág í náttúru margfeldið, sum er fyritreytin fyriøllum lívi. Varda náttúran í Føroyum er helst niðan fyri eittprosent. Og hvussu nógva varda náttúru hevurhøvuðsstaðurin?

 

Býir seta sum mál at endurbøta grøn øki og at hava stuttantein frá bústaðaøkjunum til grøn fríøki. Hetta átti at verið einsetningur hjá Tórshavnar kommunu, sum er á gáttini til at nartla meira burtur úr tí sindrinum, vit hava. Tí sindrinum sum ikki er bústaðaøki, hagi ella traðir. Í høvuðsstaðnum eru baraHoydalar, fríøkið við Sandá og nøkur smærri fríøki í býlingum almenn fríøki.

 

Í staðin fyri at gera eitt óneyðugt inntriv í hetta væl dámdafríøkið, átti byráðið at gjørt eina lendisætlan fyri bý og bygdirí kommununi. Men heildarætlanir tykjast liggja fjart frábýráðnum. Her ræður ofta tilvildin.

 

Tey flestu eru ímóti

 

Tey flestu í høvuðsstaðnum eru ímóti grefliga inntrivinum, býráðið ætlar at fremja. Meira enn 2000 fólk skrivaðu undiráheitanina hjá áhugabólkinum “Varðveitið fríøkið við Sandá”. 

 

Veljarakanning, spyr.fo gjørdi, gevur ætlanini ein dygganframmaná. Heili 60 prosent av fólkinum í høvuðsstaðnum eruímóti at staðseta eina kirkju á fríøkinum við Sandá. Bara 20 prosent taka undir við staðsetingini.

 

At oyða meira av almennum náttúrulendi er ímóti tíðarinnarpolitikki og andanum í Náttúruverndarlógini. Tey ungu veljagrønt, burðardygd, umhvørvi og náttúru, sum er undir ágangi í kommununi. Hvørki ung ella náttúrutilvitað taka undir viðætlanini.

 

Skrivaði “óneyðugt inntriv”, t´kommunan hevur arbeitt viðtveimum øðrum staðsetingum. Við gamla skúlan og á eini trøðvið Rossagøtu. Men kirkjuráðið segði nei, fekk áhugabókurinat vita frá borgarstjóranum í november. So seint sum í dag fekk nevndarlimur í “Náttúrufylkingini - Sandá at frama” taðsama at vita frá borgarstjóranum. Kirkjuráðið er ikki at høggaella stinga í.

 

Hvør ræður í Tórshavnar kommunu - býráðið ella kirkjuráðið?

 

Góði Heðin! Tú hevur eitt samdøgur í at finna eina semju, sum breið politisk undirtøka er fyri. Og sum kann sameinakirkjusókn, fólk og flokkar. Megnar tú tað, hevur tú víst kynstur sum politikkari.

 

Verður grefliga inntrivið gjørt við Sandá vendist ikki aftur. Og ein fjúrtan metrar betongminnisvarði verður reistur omanímóti yndisblettinum Sandagerði.

 

                                                                                                   Í Soylugørðum 28. februar 2024