Hugurin at læra hevur ongantíð verið so stórur sum nú

Men tað er munur á, hvar tey heikt ungu fara í læru og hvar tey, sum eru eitt sindur eldri, fara í læri

Tað eru alsamt fleiri, sum fara í læru. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Yrkisdeplinum. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu 137 nýggir lærusáttmálar skrásettir, og hetta er nýtt met. Talan er um eina lítla hækking frá sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 124 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir. Men samanumtikið er talið á lærlingum hækkað á hvørjum ári síðani 2018, tá ið 100 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir fyrsta ársfjórðing.

 

Síðstu fýra árini eru lærlingar serliga farnir í læru sum sølufólk og húsasmiðir, men fyribils tølini fyri í ár, vísa, at í løtuni er tað serliga væl umtókt at fara í læru sum maskinsmiður og elektrikari. Hesi fakini, og skrivstovuyrkið, hava verið ímillum fimm tey best umtóktu síðstu fýra árini. Tilsamans eru 70 prosent av øllum nýggjum lærusáttmálum í hesum fimm fakunum.

 

Av øðrum fakum, sum eru vælumtókt, eru tað serliga bakari, hárfríðkari og snikkari, sum eru minkað nógv síðstu árini, men kokkur, móttøkufólk, elektrikari og kt-supportari hinvegin eru vaksin nógv.

 

Hagtølini vísa, at serliga maskinsmiðir eru ungir, tá ið teir fara í læru. Síðstu fimm árini hava maskinsmiðir verið í miðal 18,42 ára gamlir, tá ið teir eru farnir í læru, men tey, sum fara í skrivstovulæru, byrja nakað væl seinni. Tey eru í miðal 27,3 ára gomul, tá ið tey byrja í læru. Talvan niðan fyri vísir nýggir lærusáttmálar í fyrsta ársfjórðingi hesi seinastu fimm árini.

 

##med2#3

 

Tølini niðan fyri vísa lærusáttmálar í fyrsta ársfjórðingi hesi síðstu fimm árini, bæði fak, tal og miðalaldur

 

2022

 

Maskinsmiður – 26, miðalaldur: 18,6 ár

 

Húsasmiður – 25, miðalaldur: 21,1 ár

 

Elektrikari – 24, miðalaldur: 20,4 ár

 

Skrivstovufólk – 18, miðalaldur: 25,9 ár

 

Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,1 ár

 

2021

 

Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 18,6 ár

 

Húsasmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár

 

Elektrikari – 19, miðalaldur: 21,8 ár

 

Sølufólk – 14, miðalaldur: 24,1 ár

 

Skrivstovufólk – 11, miðalaldur: 29,5 ár

 

2020

 

Maskinsmiður – 23, miðalaldur: 17,3 ár

 

Húsasmiður – 23, miðalaldur: 21,2 ár

 

Elektrikari – 21, miðalaldur: 19,7 ár

 

Sølufólk – 13, miðalaldur: 24,1 ár

 

Skrivstova – 8, miðalaldur: 24,8 ár

 

2019

 

Elektrikari – 27, miðalaldur: 21,1 ár

 

Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár

 

Sølufólk – 17, miðalaldur: 21,9 ár

 

Skrivstova – 10, miðalaldur: 27,0 ár

 

Húsasmiður – 8, miðalaldur: 20,3 ár

 

2018

 

Húsasmiður – 18, miðalaldur: 22,5 ár

 

Maskinsmiður – 16, miðalaldur: 18,1 ár

 

Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,6 ár

 

Elektrikari – 13, miðalaldur: 21,0 ár

 

Skrivstova – 12, miðalaldur: 29,3 ár