Fyrrapartin hevur norski uttanríkisráðharrin gjørt viðmerkingar til tíðindini um, at Russland nú hevur sett Noreg á listan yvir "óvinalig" lond.
Anniken Huitfeldt sigur, at hon er ikki ovfarin av hesum.
- Men, tað er ikki grundarlag fyri at siga, at Noreg uppførir seg "óvinaliga" yvirfyri Russlandi, tí støðan, sum er, hevur sína orsøk í russiska krígnum móti Ukraina.
Norski uttanríkisráðharrin vísir á, at Russland kann sjálvt avgera at enda kríggið.
- Sum grannaland hava vit áhuga í virkandi diplomatiskum sambandi og møguleikum fyri sambandi - ikki minst í krevjandi tíðum, sigur Anniken Huitfeldt.
Samskiftisráðgevin, Ane Haavardsdatter Lunde í norska uttanríkisráðnum, sigur soleiðis:
- Fyribils hava vit ikki fingið nakra almenna fráboðan frá russiskum myndugleikum um, at Noreg er sett á listan yvir "óvinalig" lond.