Georg L. Petersen, blaðmaður og fleiri onnur fólk skulu í oktoburmánaði fyri rættin, tí tey í 2005 ótu livandi hummarar á Atlantic Fish Fair í Havn.
Tey eru ákærd fyri grova skilaleysa viðferð ímóti hummarunum, og tað er tað sama sum djórapínsla.
Fleiri hundrað fólk ótu av hummarunum, sum Marni Simonsen, hummarafiskari, borðreiddi við, men tað eru bara nøkur fá, ið skulu fyri rættin.
Kanska heldur mann tað vera tvætl at draga fólk fyri rættin, fyri at eta eitt djór livandi, sum vit vanliga kóka livandi. Somuleiðis er skjótt at hugsa , at hummarar hava kalt blóð og ikki fáa ilt, samstundis sum vit vita, at fiskur ofta liggur leingi í trolum og ofta er fastir í einum húki á eini línu rættiliga leingi, áðrenn teir verða avlívaðir.
Alt hetta hevur Sosialurin spurt Petur Steingrund, havlívfrøðing, um.
- Hummarin hevur havt øgiliga pínu í rættiliga langa tíð, áðrenn hann doyr, um mann nú fyrst etur eitt bein, síðani grópar meira inni í kroppinum, áðrenn djórið endiliga doyr.
- Fakta er tað, at munurin, sum er gjørdur millum djór við heitum og køldum blóði er langt burtur frá veruleikanum. Hummarar, fiskar og eisini goggur kenna eins stóra pínu og ein kúgv. Tað vísa allar nýggjari kanningar, sigur Petur Steingrund.
Hann leggur afturat, at skilnaðurin, ið er gjørdur millum djór við heitum og køldum blóði er mannaskaptur, og at onki bendir á, at djór við køldum blóði skulu føla minni enn djór við heitum blóði.
Um goggur sigur havlívfrøðingurin, at tær sjálvandi eisini kenna pínu, soleiðis sum tær verða viðfarnar, men í mun til fisk, sum er í troli ella á húki, greiðir hann frá, at fiskurin heilt víst merkir, at hann er stungin, men at tað skal stinga djúpt, áðrenn hann veruliga fær skaða. Fiskur í trolum merkir somuleiðis, at okkurt er áfatt, men har er talan ikki um vanliga pínu.
Italsk matmentan
Tað er onki nýtt í at eta livandi hummarar. Í Suðurevropa hevur tað verið ein partur av matmentanini í fleiri hundrað ár. Hátturin hummarin verður etin uppá er, at fyrst verður skalin tikin av afturpartinum. Síðan verða sitrón og salt stroydd útyvir, og so er at koyra í seg.
Tá tú hevur etið eina lítla løtu er hummarin deyður, so staðfestast kann, at tú ikki fært frískari mat, júst sum djórini, sum liva av hummarum...
Hummaraslátur
Vanligt er at kóka hummara livandi, og í Dimmalætting segði Georg L. Petersen, at hann ikki sá so stóran mun á at kóka hummara livandi, ella at eta hann livandi, hóast tað er meiri margháttligt at eta hummara livandi.
Petur Steingrund, havlívfrøðingur, metir, at hummarin sjálvandi fær ilt, tá hann verður kókaður livandi, men at tað gongur skjótt fyri seg. Júst sum um eitt menniskja varð slept í kókandi vatn.
Hinvegin verður mett, at minst pínufulli hátturin til hummaraslátur er at frysta hummaran, so hann fer í eitt slag av dvala, áðrenn hummarin verður stungin við knívi.
Hummaramaður ákærdur
Maðurin, sum borðreiddi við italsku delikatessuni, skal fyri rættin 23. oktobur í ár, fyri tað sama sum Georg L. Petersen og trý onnur fjølmiðlafólk. Nevniliga fyri at hava framt djórapíning.
Hinvegin er ikki greitt, hvussu nógv onnur av teimum fleiri hundrað fólkunum, sum royndu livandi hummara henda dagin skulu fyri rættin, men Dimmalætting visti longu í 2006 at greiða frá, at Jóannes Eidesgaard, sum tá var løgmaður, ikki verður drigin fyri rættin, hóast Dimmalætting fleiri ferðir hevur nevnt, at hann var ein teirra, ið royndi livandi hummaran.
Tað hevur tíverri ikki verið gjørligt at fáa viðmerkingar frá Marna Simonsen, sum borðreiddi hummararnar.
So er spurningurin, um hugtakið, at hvør av øðrum liva má, ikki er meiri galdandi enn so, at menniskju ikki kunnu eta djór á sama hátt sum onnur djór, tí vit hava møguleika at fara betri við teimum.