Hvønn gangur Sosialurin ørindi fyri?

Tað er misjavnt, hvat Sosialurin hevur gjørt burtur úr íkomnu støðuni á Postverk Føroya, har 15 starvsfólk fingu asnasparkið

Sosialurin hevur enn ikki vitjað inni á gólvinum hjá Føroya Postfelag at lodda dýpi.

Sosialurin hevur ikki sett andlit á nakra av hesum 15 lagnunum, sum annars hava tænt sínum arbeiðplássi trúðliga og sum nú fingu asnasparkið.

Sosialurin vitjaði ikki postboðbólkarnar í Havn og Klaksvík, tá hesir annars hart raktu bólkar hildu starvsfólkafundir og eingin postur kom út í Tórshavn og Klaksvík vm.

Sosialurin vitjaði ikki starvsfólkafundin, sum Postfelagið fyriskipaði í hølum Starvsmannafelagsins ísamband við uppsagnirnar. Har møttu 115 fólk úr øllum landinum, sum góvu felagnum sín fulla stuðul í einari yvirlýsing - 115 – 0.(Tær báðar seinni nevndu kassadamurnar møttu ikki, hóást ein teirra enntá hevði eftirlýst henda sama fund fyri limir í Føroya Postfelag)

Sosialurin megnaði ikki so frætt at seta í blaðið tíðindaskriv frá Føroya Postfelag – væl at merkja í fullum líki.

Útvarp Føroya, SVF og Dimmalæting møttu so á fleiri av hesum ”støðum” uttan at verða ”umbidnir” el. fráboðaðir.

 

Fíggjadagin 29. juni kom so vend í – tvær kvinnur, sum arbeiða við kassan á Óðinshædd komu í bløðini og gjørdu vart við sína ónøgd við Føroya Postfelag. Stór mynd bæði á forsíðuni og inni í blaðnum av hesum báðum gíslum, sum tær kallaðu seg.

Nærhendis í blaðnum var mynd av stjóranum Sofusi og váttan frá honum, at tað hesar báðar søgdu er sannleikin ! Tey siga so júst tað sama, stjórin og hesar báðar kassadamurnar.

Rættiliga symbolskt fyri slagsíðuna í viðgerðini av evninum, so er ein lítil grein í høgra hjørni av blaðsíðunum, har forkvinnan í Føroya Postfelag ger viðmerkingar – og sjálvandi eingin mynd !

 

Hetta helt eg sjálvandi verða løgið og ringdi til annars fryntliga journalistin Kára og spurdi, um forkvinnan í Føroya Postfelag hevði fingið møguleikan at svara uppá innihaldið av tí, sum hesar góðu kassadamur og stjórin høvdu borið fram.

Journalisturin Kári segði mær so ikki allan sanleikan í sínum svari. Tað er so púra vist ! Tí seinni ringi eg hann uppafur og kunngjørdi honum, at nú hevði eg so tosað við bæði forkvinnuna Heidi Biskupstøð og næstformannin Jákup Páll Mohr Mortensen, og so mikið kundi eg siga honum, at hann – Kári – hevði fingið fleiri ferðir at vita at (spildurnýggja) nýggja forkvinnan ikki helt seg til at svara øllum spurningum frá journalistinum Kára og tískil vísti til næstformannin Jákup Páll Mohr Mortensen. Einki løgið í tí !

Men haðar ringdi Kári barasta ongantíð, og tí fekk hann helst ta søgu hann vildi – eina grein við skeivleikum og ósvaraðum pástandum, sum einans kunnu hava eittans endarmál : At kyrra málið og blaka fakfelagnum skuldina – sami taktikkur hevur onkuntíð verið royndur fyrr. Somuleiðis dugir journalisturin at dreggja eftir ósemjum ml. bólkar á Posthúsinum. ”Interesse- konfliktir” ml. bólkar er eitt gamalt fyribrigdi, sum helst finnst allastaðni. Kanska eisini á Sosialinum.

 

At kyrra málið fyri hvønn ? Fyri politikkarnar, helst Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin - sum valdu at blaka henda stovn fyri hundarnar, eins og teir gjørdu við starvsfólkini á Strandferðsluni ?

Í hesum høpi : Tvær skandalur av format ! Men læt okkum bara nevna Føroya Banka eisini.

 

Helst fer Sosialurin framyvir at grava onkrar persónar fram, sum fara at siga júst tað sama, sum hasi trý – kassadamurnar og stjórin –og so kann Sosialurin (evt.Kári) siga : Har síggja tit, vit høvdu rætt !

 

Tað skal so verða, at tað skulu tveir partar til at loysa eina ósemju, - longri er søgan ikki; men hesa metoduna, sum stjórin Sofus nýtir vóni eg ikki at fleiri stjórar fara at nýta. At siga 15 fólkum upp bert fyri at provukera fakfelagið ? ? Vekk við sáttmálanum, (= vunnum rættindum) ?? At kalla sáttmálan ”bullshit” ??

 

Í fótbólti plagar ein at skifta venjaran út, um liðið ikki megnar at lyfta í felag !

 

Ein smádrongur, sonur ein av teim uppsøgdu megnaði, at seta tveir viðkomandi spurningar, tá greitt var honum frá at pápin var uppsagdur :

 

Kann man siga ein upp, sum hevur arbeitt so leingi sum tú á sama plássi ?

Hvat sigur Postfelagið til tað ?

 

Hasar spurningarnar hevur Sosialurin ikki megnað at seta og viðgera á ein objektivan hátt - enn, - hóast fleiri journalistar.

Kanska Sosialurin eisini megnar at seta viðkomandi spurningar til nevndina, nevniliga nevndina fyri P/F Postverk Føroya um teirra leiklut, og um tey ikki áttu at sett síni fingramerki á hvør el. eftir hvørjum kriterium og hvussu fólk vóru uppsøgd ?

Nýtast slíkir nevndarlimir altíð bara at verða loyalir yvirfyri meirilutanum har ?

 

 

Álvur Danielsen

- fyrrverðandi virkandi álitismaður á Boðstovuni í Havn, nú uppsagdur.

 

PS. Vónandi fara tit á Sosialinum at geva tykkum stundir at vitja Postfelagið í framtíðini og leggja meiri orku í at viðgera evnið meiri seriøst. Helst hevur Postfelagið onkra rættleiðing til tykkum. Góða eydnu.