Fiskivinna
Í longri tíð hava línuskipini havt rokfiskiskap burturav.
Eisini tey smærri línuskipini hava fingið nógvan fisk. Eitt teirra er Volunteer, sum Jack Højgaard eigur. Við skipinum eru seks mans.
Hóskvøldið skiftu vit orð eina løtu við sonin, Niclas, sum eisini er við skipinum.
Hann sigur, at tað hevur gingið óføra væl hjá teimum nógvar teir seinastu túrarnar.
- Seinastu tríggjar túrarnar hava vit verið úti í 14 dagar tilsamans, ávikavist 4 dagar, 6 og síðan aftur 4 dagar.
Niclas sigur, at tann fyrsta av hesum túrurum høvdu teir 45.000 pund, annan 70.000 og triðja túrin aftur 45.000 pund.
Hetta gevur 160.000 pund í 14 fiskidagar hjá 6 monnum, og tað má sigast at vera óført.
Volunteer hevur egningamaskinu. Ein seta hjá teimum svarar til umleið 50-60 stampar av teimum gomlu. Tað merkir, at fiskiskapurin seinastu túrarnar hevur ligið um 200 pund og meiri á stampin.
Øgilig skrift
Niclas sigur, at teir seinastu túrarnar hava roynt vestanfyri Suðuroynna. Umleið 2/3 av veiðini hevur verið smáttfallandi toskur, og seinastu triðingurin hevur verið hýsa.
- Undan hesum túrunum royndu vit suður úr Mykinesi, men vit góvust har, tí
hýsan var so smá, og lítil prísur fæst fyri hana. Á hesi leiðini var umleið 2/3 av veiðini hýsa og seinasti triðingurin toskur.
Niclas sigur, at tað hevur verið ein øgilig skrift at sæð á ekkoloddinum á leiðini suður úr Mykinesi í heyst og eisini í summar, og har hevur eisini nógvur fiskur verið at fingið.
Sum skilst, eru loddini so mikið góð í dag, at línubátarnir seta ikki uttan so, at skrift er at síggja.
- Er eingin skrift, fæst næstan heldur einki, sigur hann.
Niclas vísir á, at skriftin sæst betur, tá ið roynt verður á harðari botni enn á bleytum botni.
Toskurin rak
Vit spurdu línumannin, um toskurin, teir fáa, er so rak, at tað fellir manningini í eyguni.
- Tað var pápi sum bar uppá mál, at toskurin er rak. Sjálvur hevði eg ikki
hugsað stórvegis um tað. Tað er minni uppi á fiskinum, enn tað hevur verið, og búkurin er minni. Men eg haldi ikki, at toskurin er so rak, at tað fellir manningini í eyguni, sigur hann.
Niclas hevur verið við Volunteer burturav síðan 1997.
- Eg haldi ikki, vit longu nú skulu óttast, at gongdin verður sum fyrst í nítiárunum, tá ið toskurin hvarv. Tað er ov tíðliga at gera ta niðurstøðuna longu nú, heldur hann.
Meðan vit práta, verður tosað um fiskin, sum sigst leita inn undir land eftir
føði.
Men hvussu gongur so úti á, spyrja vit.
- Tey størru línuskipini fáa eisini nógvan fisk. Morgunsatjørnan er júst komin aftur av túri við 176.000 pundum, sigur Niclas Højgaard.