Men tá ið eg blaði inn á sjálva greinina, vísir tað seg, at »keldan» til reinsingina av harra Oskarssyni er Oskarssonurin sjálvur! Hetta má vera journalistikkur heilt eftir serføroyskum leisti. Sosialurin hevur ikki so frægt sum gjørt sær tann ómak at venda sær til Berlingaran sjálvan og fyrileggja teimum skuldsetingarnar frá Oskarssyni. Teir fara bara við inhabila búskaparfrøðinginum sum vitni á forsíðuna og leggja Berlingaran undir ærumeiðing! Hetta er einastandandi ábyrgdarleysur journalistikkur!
Er einki, sum eitur keldukritikkur á Sosialinum?
Fyri tveimum døgum síðani, t.e. týsdagin 15. juni fekk eg samband við harra
B. Højgaard Sørensen, journalist á Berlingska tíðindi. Hesin maður váttaði fyri mær, at hann stóð við hvørt orðið, sum skrivað varð um Oskarssonin - og sum Sørensen sjálvur málbar seg: »Vi har det hele på bånd!« Hann bakkar ikki fyri Oskarssoninum, og hann avsannar einki. Nú stendur orð móti orði. Antin lýgur Berlingarin ella lýgur Oskarssonurin.
Men er tað soleiðis, at Oskarssonurin fastheldur, at Berlingarin lýgur, so eigur hann at leggja sak móti Berlingaranum beinanvegin.
Spillnakin Oskarssonur
Annars má eg leggja afturat, at skullu vit velja millum at trúgva Berlingaranum ella Oskarssoninum, er valið ikki trupult, tí Oskarssonurin stendur frammanundan púra úrlatin. Hann hevur fyrr víst seg eiðasøran í almennari dømikraft og roynir nú sum ein annar advocatus diaboli at verja seg við, at hann ikki á Christiansborg hevur sagt nakað móti blokki ella sjómonnum, men tað er púra óinteressant og líka mikið, tí hann hevur bæði í Danmarks Radio, beint áðrenn fundin og í Berlingaranum sagt akkurát tað, sum hann nú feikliga roynir at skulka sær undan!
Tað er allarhelst so, at harra Oskarssonur bara er ein pinkulítil finna á talvborðinum hjá Hoydals-feðgunum, og tessvegna hava nógv fólk higartil hildið Hermannin Oskarsson verið ein mun frægari og knapt so maktsjúkan sum harra Høgna Hoydal, men nú tá ið til skarpskeringar kemur, og hendur skullu vaskast aftaná djúpt láturligu Christiansborg-seancuna, vísir tað seg, at Oskarssonur er akkurát sama ómansliga lyguvætti sum Høgni Hoydal,
Sjaldsama løgið er, at Oskarssonur ikki forstendur, at tað er púra ótolandi, at eitt land, sum næstan svimur í búskaparfrøðingum, letur sama mannin hava tvær so kontroversiellar kaskettir, nevniliga bæði stjórastarv fyri hagmonnum og formansstarv í búskaparráðnum.
Eg nevndi tað fyri einum donskum økonomi, at leiðarin fyri okkara pendant til Statistisk departement og Det økonomiske råd var ein og sami maður ? hann rysti við høvdinum og vildi illa trúgva tí. Einasta viðmerking hansara var, at ein slíkur maður hevði sett seg á ein ræðuligan uriaspost og mátti gerast heilt schizofrenur í høvdinum!
Var Oskarssonurin nakar maður, erkendi hann sjálvur hetta og segði annað starvið frá sær! Men so frægt av fínfølilsi skullu vit ikki rokna við frá hesum maktsjúka manni, einum embætismanni, sum ætlaði at stilla upp á tjóðveldislistanum til seinasta løgtingsval. Inhabilitetur hevur í Føroyum leingi verið dyrkaður sum eitt principp, og tað tykist at versna!