Øll biskupsvalevnini eru doypt, prestlørd og prestvígd, og tí taki eg tað fyri givið, at tey øll eru kristin menniskju, ið kunnu røkja biskupsstarvið. Men, samstundis so fari eg at loyva mær at nema við nøkur viðurskifti, ið avgjørt eiga at vera grundarlag undir teimum førleikum, prestar og kirkjuráðslimir skulu velja biskupp eftir. Teirra trúarviðurskifti verða ein spurningur millum tey og Várharra.
1. Føroyska fólkakirkjan er ikki longur ein provins, ein avkrókur í donsku fólkakirkjuni, men føroyskja kirkjan er nú ein kirkja millum kirkjurnar í Norðurlondum og Norðurevropa. Tí noyðist føroyska fólka at hava ein leiðara, sum hevur ein profil uttanfyri føroyska dunnuhylin. Ein biskupp, ið er kendur og virdur í londunum kring okkum, og sum kann umboða føroyska kirkjuna virðiliga.
2. Biskuppurin er ovasti lærumynduleikin í kirkjuni, og tí er tað sera umráðandi, at biskuppurin eisini hevur hægsta lærdóm innan guðfrøði, og er vanur at arbeiða fakliga við læruspurningum. Guðfrøðideildirnar eru ikki lærumynduleiki, tær kunnu útvega okkum tólini at taka avgerðir við, men at enda so er tað biskuppurin (aðrastaðnis er tað bispakollegiið, ið er ovasti lærumunduleiki, men í Føroyum er bara ein biskuppur!).
3. Sum ovastur í kirkjuni er eisini neyðugt at biskuppurin hevur nágreiniligan kunnskap til kirkjuliga lóggávu, soleiðis at viðkomandi kann taka støðu í umsitingarspurningum á jøvnum føti við løgfrøðingar og onnur.
4. Í eini kirkju millum millum kirkjurnar, er tað somuleiðis umráðandi, at biskuppurin hevur hollan málkunnleika, ikki bara til tey bíbilsku málini, men eisini til tey mál, ið verða tosað í londunum kring okkum, fyri á tann hátt at kunna geva føroysku kirkjuni gagn av tí ið rørist í guðfrøðini í londunum kring okkum, og fyri at kunna møta hinum kirkjunum á ein virðuligan hátt.
5. Sum starvsfolkaleiðari (hóast hendan uppgávan eisini hoyrir undir próstin), eigur ein biskuppur somuleiðis at hava nágreiniligan kunnskap til starvsfólkaviðurskiftir, starvsfólkaleiðslu og fakfelagsviðurskifti. (Av røttum átti tað at verið eitt krav, at biskuppar og próstar vóru sendir á kirkjuliga leiðaraskeiðið hjá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn!).
6. Fólkatekki einans er ikki nóg góður førleiki til biskuppsstarvið. At vilja tekkjast øllum, er ikki tað sama sum at tekkjast Várharra. Sum leiðari noyðist biskuppurin av og á, at taka avgerðir, ið ikki hóva øllum. Biskuppurin eigur fyrst og fremst at tæna evangeliinum, og tað er ikki tað sama, sum at vera vinur við øll, ella at smílast til høgru og vonstru.
So er tað sjálvandi spurningurin, hvør av valevnunum, ið lúka ovanfyri nevndu førleikakrøv. Øll valevnini eru valbar, sambært galdandi lógum, og tað verður ongin vannlukka um ein og hvør av teimum verður biskuppur. Men, ein veljarakanning á heimasíðuni hjá Norðlýsinum fekk meg til at huksa um hvussu støða verður tikin til biskupsvalið, og tí loyvi eg mær til at geva eitt persónligt boð uppá eitt biskuppsvalevni.
Her eru eini ómsæøðin boð uppá hvørt valevni ið er best egna sambært omanfyri nevndu førleikakrøvum.
1. Hvør av virkandi føroysku prestunum er kendur uttan fyri Føroyar fyri sítt vísundaliga virksemi? Hvør av virkandi føroysku prestnum verður virdur fyri sama vísundaliga virksemi á guðfrøðidelidunum í londunum kring okkum? Svarið er Jákup Reinert Hansen Phd. (Philosofical Doctor).
2. Hvør av virkandi prestunum í føroyskju fólkakirkjuni hevur hægsta fakliga lærdóm, og tískil førleika til at taka avgerðir í læruspurningum á jøøvnum føti við guðfrøðideildirnar á lærdu háskúlunum? Svarið er Jákup Reinert Hansen,. PhD.
3. Hvør av virkandi føroysku prestunum hevur verið við til at smíða kirkjuliga lógarverkið, sum er grundarlagið undir yvirtøkuni av føroysku fólkakirkjuni? Og sum tí er førur fyri at taka avgerðir um og ráðgeva um hesi viðurskifti? Svarið er Jákup Reinert Hansen PhD., sum næstan búði í menntamálaráðnum meðan kirkjulóggávan varð smíðað.
4. Hvør av virkjandi føroysku prestunum hevur kunnleika til flest evropeisk mál, og sum tí hevur møguleika fyri at kunna seg um, hvat ið gongur fyri seg á guðfrøðiøkinum í londunum kring okkum, og sum kann samskifta við kirkjurnar kring okkum á teirra egna máli? Svarið er Jákup Reinert Hansen PhD.
5. Ein biskuppur skal sjálvandi, sum ovasti starvsfólkaleiðari vera kønur í starvsfólkaviðurskfitum. Og sum starvsfólkaumboðsmaður (tilidsræpresentant) í Den Danske Præsteforening, hevur Jákup Reinert Hansen PhD, framum onnur kunnleika til starvsfólkaleiðslu- og viðurskifti.
6. Førleiki og ikki fólkatekki er ein fyritreyt fyri at gerast biskuppur við skili. Hann, sum tveitti seljarnar út úr templinum bleiv ikki júst víðagitin fyri at smílast til høgru og vinstru og fyri at vilja gera øllum til vildar.
Eg fari at loyva mær at geva eitt boð uppá, hvør ið átti at havt skutin frammanfyri allar aðrar í hesum valdystinum, og tað er Jákup Reinert Hansen, PhD. , skjótt Dr. Teol.