HVÍTABÓK - grundarlag undir einum mennandi kjaki !.....?

Hvítabók varð alment útgivin 1. september og føroyingar hava nú havt møguleika fyri at kunna seg um innihaldið í hesu nógv umtalaðu bók. Eitt av endamálunum við Hvítubók var, at geva Føroya fólki kunning og at skapa eitt betri grundarlag undir einum meira ítøkjuligum og mennandi kjaki.

Fyrstu vikurnar hevur kjakið tó ikki verið so umfatandi sum nógv høvdu væntað, men tó hava nakrar greinar og lesarabrøv verið at sæð í føroysku fjølmiðlunum. Tað er altíð gott við einum fjølbroyttum kjaki, har bæði fyrimunir og vanar verða lýstir, men hesar greinar og hesi lesarabrøv hava tíverri í nógvum førum verið merkt av, at viðkomandi endurgeva Hvítubók skeivt, ikki hava lisið Hvítubók, nýta ógrundaðar niðurstøður o.s.fr., og hetta kan verða beinleiðis misvísandi.

Her eru nøkur dømi og viðmerkingar:

- ?Tað er púra óneyðugt at koma við so drúgvari frágreiðing. Hatta átti alt at kunnað verið sagt á trimum til fýra síðum?. ?Eg veit longu nú, at har kemur onki nýtt undan kavi, sum ein ikki visti longu áðrenn?.

Viðkomandi ásannar at hann ikki hevur lisið Hvítubók enn, men hann er tó sannførdur um, at alt, ið í Hvítubókini stendur, kann verða skrivað á 3-4 síðum, og at einki nýtt fer at koma fram í bókini. Eg má siga, at hetta var ein sonn vanvirðing av tí stóra arbeiði, ið nógv hava lagt í hesa Hvítubók og eitt tekin um óvitan - og so uttan at hava lisið Hvítubók. Aftaná at hava lisið Hvítubók hevur viðkomandi uttan iva ásannað at innihaldið als ikki kundi skrivast á bert 3-4 síður og at nógv av tilfarinum var nýtt og kunnandi ? eisini fyri hann.


? ?Bókin er eitt satt vónbrot?


Arbeiðssetningarnir hjá nevndunum, ið hava skrivað Hvítubók, hava ligið á Landsstýrisins heimasíðu í fleiri mánaðar, og um hesir vóru lisnir áðrenn bókin varð lisin, hevði grundarlagið fyri at gera eina meting av innihaldinum av bókini verið betur, og viðkomandi hevði funnið út av at Hvítabók svarar arbeiðssetningunum. Hvítabók kan ikki metast sum eitt vónbrot, bert tí at niðurstøðurnar ikki júst vóru tær, ið Sambandsflokkurin kundi hugsa sær.


? ?Eitt heilt ár hava vit bíðað í spenningi eftir svarunum í sambandi við føroysku fullveldisætlanirnar, men eftir okkara metum setir bókin ístaðin fleiri spurningar?.


Hvítabók hevur ongantíð verðið ætlað at svara øllum spurningum, men heldur sum ein kunnandi bók, ið kan nýtast sum tann nógv umtalaði ?amboðskassin?, so tað er sjálvsagt, at jú betur kunnað fólk verða, jú fleiri spurningar stinga seg upp, men hetta er eisini ein av ætlanunum við Hvítubók, nevnliga, at skapa grundarlag undir einum mennandi kjaki. Tað at fleiri spurningar stinga seg upp, aftaná at ein hevur lisið Hvítubók er eisini eitt tekin um, at Hvítabók ikki bert er komin við svarið til nógvar spurningar, men eisini er komin við nýggjum ítøkjuligum upplýsingum.


? ?Vit ivast stórliga í trúvirðinum á Hvítubók.?


At ivast í trúvirðinum, er tað sama sum at ivast í trúvirðinum hjá øllum teimum uml. 60 fólkunum, ið øll eru serfrøðingar innan síni øki ? hvat hevur so trúvirðið í hesum samfelagnum ? Tað tykist, sum um trúvirðið í Hvítubók skal verða heft av teimum niðurstøðunum, ið komið verður fram til, soleiðis, at um niðurstøðan var, at fullveldi als ikki var ein gongd leið, so var stórt trúvirðið í bókini - men hvat er meiningin við hesum ? Hví tykist tað sum um, at verður víst á tey negativu og positivu árini, so verður tað mett sum ósakligt, góðtrúgvið, einki trúvirði o.s.fr., meðan um víst verður á øll tey negativu árinini, verður ein mettur sum sakligur og vitandi við nógvum trúvirði?


-?.......búskaparligu metingarnar í bókini eru alt ov veruleikafjarar.?


Nakrir av dugnaligastu búskaparfrøðingunum í landinum hava gjørt búskaparmetingarnar í Hvítubók, so um ávísir politikarar meta seg hava eitt betur grundarlag fyri at gera slíkar búskaparmetingar, so er hetta ikki bert ein stór undirmeting av tí arbeiði, ið búskaparfrøðingarnir hava gjørt, men eisini prógv um, at ?mangt verður í neyðini nýtt?.

-? Samband er best, og gerast Føroyar fullveldi verða tær eftirbátur so tað stendur eftirí?

Hvat verður hetta grundað á ? Tað tykist sum ein ræðukampagna heldur enn ein væl grundað niðurstøða. Um hugt verður at øðrum londum, ið hava fingið fullveldi, eru eingin tekin um, at tað hevur viðført at tey eru vorðin ?efturbátar so tað stendur eftirí? ? heldur tvørturímóti.

?Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at heildarveitingin frá danska statinum verður minkað yvir eitt áramál, eftir einum lykli soleiðis at samsvar er ímillum vøksturin í føroysku framleiðsluni og minkingina í heildarveitingini. At hetta er ein gongd leið, ásannar búskaparbólkurin í Hvítubók.?

Viðkomandi gloymir at greiða frá, at Búskaparnevndin somuleiðis vísir á, at um minkingin í ríkisveitingunum verður tengd at búskaparvøkstrinum: ?Fer helst long tíð at ganga, áðrenn veitingin er avgerandi minkað, tí framferðarhátturin ber í sær óvissu um, hvussu politikarar og onnur skulu laga seg til gongdina, eins og hugsandi er, at skiftandi landsstýri fara at drála við neyðugum sparingum og tillagingum?. Búskaparnevndin vísir síðan á, at ein lækking av ríkisveitingunum við einari fastari upphædd í eitt ávíst áramál, óheft av búskaparvøkstrinum, er ein betri loysn, tí tá: ?vita bæði politikkarar, vinnulívsfólk og borgarar betur, hvussu tey skulu laga seg til gongdina. Grundarlagið fyri at leggja til rættis búskapin gerst tískil betri, og somuleiðis gerst tann búskaparligi tryggleikin og framskygnið betri?. Tó er treytin fyri lagaligari tillaging av búskapinum at áramálið ikki verður ov stutt. Búskaparbólkurin í Hvítubók vísir tískil á, at uppskotið hjá Javaðarflokkinum als ikki er tann besta leiðin.


?Endamálið við uppskoti Javnaðarfloksins er, at føroyingar skulu hava fullan sjálvsavgerðarrætt.?


Verður hetta tryggjað við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum? Einans fullveldisuppskotið hjá landsstýrinum, vil tryggja, at føroyingar fáa fullan sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum.


?Vit leggja nakað annað í frælsishugsjónina enn Tjóðveldisflokkurin. Fyri okkum merkir hugtakið frælsi ikki bert loysing frá Danmark, men at hvør einstakur borgari skal hava møguleika fyri einum fræslum og virknum lívi?.


Eg veit ikki um tað bert er ein ávísur flokkur, ið ikki hevur fatað boðskapin enn, men endamálið við fullveldi er, at Føroyar fáa fullan sjálvsavgerðarætt á øllum økjum, og at hetta skal skapa eitt grundarlag undir einum verðuligum frælsum og virknum lívi fyri føroyingar. At siga at ein flokkur, ið nevnliga arbeiðir fyri hesum, ikki ynskir at øll skulu hava møguleika fyri einum fræslum og virknum lívi er jú púra burturvið.


?Hví tað skal vera eitt framstig at kappa alt samband, sum vit hava við elsta og besta vinarlandið??


Hvør hevur tosað um, at kappa nakað samband ? Talan hevur ongantíð verið um at kappa, kuta ella kvetta nakað samband. Ætlanin er, at í staðin fyri at Føroyar verða í núverandi ríkisfelagskapi har tær eru partur av einum bygnaði, undir danska statinum, at broyta hetta til, at Føroyar verða á jøvnum føti við Danmark í øllum høpum. Tá er grundarlagið fyri einum mennandi samstarvið lagt og samstarvið og virðingin millum føroyingar og danir fer uttan iva at gerast betur og meira mennandi enn áður


? ?Skulu vit hava fullveldi, er neyðugt at tvey løgting samtykkja nýggja sáttmálan, sum í minsta lagi 80 - 90% av veljarunum hava tikið undir.?

- ?Sitandi landsstýri fýrir ikki fyri at broyta ríkisrættarligu støðu landsins við 0,1 % í meiriluta. Hetta er meiriluta-diktatur.?


Eg helt tað varð kallað fólkaræði. Flestu fólkaatkvøður runt heimin verða avgjørdar við eini meiriluta fólkaatkvøðu. Føroyingar skulu í næstum til at avgera um teir ynskja størri sjálvsavgerðarrætt og fullveldi. Í øðrum londum, t.d. Danmark hava danir verið og skulu til fólkaatkvøður har tey skulu avgeva ein part av teirra sjálvsavgerarrætti til ES, hetta má sigast at vera eitt nógv størri stig at taka, enn um talan varð, at taka eina avgerð um at fáa størri sjálvsavgerðarrætt, men hóast hetta so eru tað fólkaatkvøður, har meirilutin avgerð landsins framtíð, ið verða valdar. Soleiðis eigur eisini at verða við eina føroyska fólkaatkvøðu. Sjálvsagt er tað ikki heppið um javnt stendur á, men er tað meira heppið um 79,9% av fólkunum ynskti fullveldi meðan 20,1% ikki ynsktu hetta, og at hesu gott 20% skuldu ráða yvir hinum 80% av fólkunum ? nei !


?Hvør lænti okkum 6 milliardir góðar danskar krónur, tá harðast leikaði á? Hvør hevur longu eftirgivið okkum meira enn eina milliard??


Skuldi hetta kanska verið ein orsøk til at verið ein framhaldandi partur av ríkisfelagskapinum ?

Jú danir lántu føroyingum nógvar milliardir í kreppuárunum - alt gott um tað - men tað var so sanniliga eisini fyri at bjarga egnum peningi og kreditvirði at tað varð gjørt og somuleiðis við rentuvinningi. Viðv. milliardini, ið føroyingar fingu í samband við bankasakina, so vænti eg at fáur føroyingur vildi mett hetta at verið eina eftirgeving men heldur eitt endurgjald fyri ovurstóra tapi, ið varð ætla føroyska skattgjaldaranum at gjalda. Tíverri vil einki búskaparligt endurgjald kunna gjalda heilt fyri tað í fór fram í hesum máli. Føroyingar høvdu størstu skyldina av tí búskaparligu kreppuni ? eingin ivi um tað ? og sæð í bakspegilinum, áttu politikkaranir eisini at víst størri ábyrgd og betri stjórn av landinum, men óansæð, hvussu góðtrúgvin, óroyndur osfr. ein hevur verið, so hevur eingin uppiborðið ta viðferð, ið føroyingar fingu í bankamálinum.

Føroyingar eiga tó at leggja hesa hending afturum seg, og fara við góðum treysti inn í framtíðina.

Neyðugt er tó, at læra av sínum misstøkum fyri m.a. at byrgja uppfyri at slíkar hendingar endurtaka seg, og tískil í framtíðini taka avgerðir, ið tryggja fullan føroyskan sjálvsavgerðarrætt í egnum landi.

Eisini eina viðmerking til úttalilsini hjá danska skattamálaráðharranum, Ole Stavad, viðv. skiftistíðini: ?Væntast kann ikki, at Danmark fer at geva føroyingum eina langa skiftistíð?. Danmark hevur verið eitt fyrimyndarligt land, tá ið veldst um at stuðla øðrum londum, fyri at tryggja fullveldi og fólkaræði. Tað vildi tískil eingin meining verið í, at royna at forða eini slíkari gongd í Føroyum. Um Danmark ikki gongur við til eina skiftistíð, ið svarar til tað, ið brúk er fyri, fyri at fáa eina tillaging av samfelginum, vil hetta bert verða fyri at forða føroyingum, ið at fullføra fólksins vilja. Eg havi ringt við at trúgva at danir fara at gera hetta tá alt kemur til alt, men um so verður so havi eg sera torført við at síggja annað endamál við hesum enn tað, at ræða føroyingar, soleiðis at teir ikki tora at velja tað leið, ið danir sjálvsagt ikki ynskja. Tann ríkisveiting, ið verður veitt føroyingum í dag, hevur ómetaligan lítlan týdning á donsku fíggjaætlanini, so tað er ikki av búskaparligum áðum, at danir hótta við at taka ríkisveitingina burtur eftir heilt fáum árum, nei, tað er fyri at forða eini fólkaræðisætlan og fyri at ræða føroyingar ? men hetta fer ikki at eydnast, heldur tvørturímóti !

Nógvir serfrøðingar hava lagt eitt stórt arbeiði í Hvítubók, og bókin viðgerð eisini nógv øki. Ætlanin er, at Hvítabók skal lesast og viðgerast har eftir, sum ein heild og ikki sum einstakir setningar. Eftir er bert, at vóna, at Hvítabók fer at tæna sínum endamáli og í framtíðini fær tað sakligu og virðuligu viðgerð hon hevur uppiborðið.


22. september 1999


Kristina Danielsen

stud.polit & stud.jur