? Hví útflyta vit ikki teknifilm?

Hví hava vit ikki altjóða farmaflutning sum týdningarmiklan vinnuveg. Hví framleiða vit ikki soft-ware og tónleik til útflutnings - og hví er so lítið av háteknologi í Føroyum, spyr landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge í bóklingi um vinnupolitikk

Fyrsti bóklingurin hjá Vinnumálastýrinum um vinnupolitikk er nú komin. Tað var í 1997, at Vinnumálastýrið tók stig til at fara undir miðvíst arbeiði at orða ein vinnupolitikk. Ein arbeiðsbólkur varð settur at skipa verkætlanina, og bólkurin skal handa landsstýrismanninum í vinnumálum álit á heysti 1998.

Vinnumálastýrið heldur tað hava stóran týdning, at semja er um vinnupolitikkin, og hevur tí miðjað ímóti einum arbeiðslag við fjølbroyttum samstarvi, sum tey vóna fer at birta upp undir eitt breitt vinnupolitiskt orðaskifti.

Tey halda ikki ráðini vera at skriva eitt drúgvt álit, og tí fer Vinnumálastýrið at geva út fimm rit, sum í stuttum lýsa nøkur høvuðsevni í vinnupolitikki.


Í formælinum í bóklinginum sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, at hóast ein g´ð semja við danir longu nú hevur slóðað fyri øktum politiskum sjálvræði, slepst ikki undan, at ein sterkur búskapur í longdini er besta trygdin fyri varandi sjálvbjargni.

? Fiskieydnan kann vera svikalig og blokkstuðulin fer einaferð at hvørva. Tað er tí umráðandi, at landskassin fær aðrar inntøkukeldur at líta á, heldur landsstýrismaðurin.

Hann vísir eisini á, at grundstøðið undir føroyska búskapinum verður ov veikt, finna vit ikki aðrar vinnur, ið kunnu tryggja javnvágina í búskapinum, tá fiskivinnan hevur ring ár.

? Alivinnan er eitt dømi um vinnu, ið brádliga hevur fingið stóran týdning fyri búskapin. Vit byggja í løtuni skip til Grønlands, vit útflyta trol og nótir, blanda alifóður til Hetlands, smíða hús í Norra, dýpa havnir í Íslandi og vit flyta ferðafólk millum lond. Sostatt eru mong dømi um, at vit eru kappingarfør, har vit hava rætta fólkið og rættan hugburð, heldur Finnbogi Arge.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eisini nakrar spurningar í hesum sambandi:

? Hví hava vit ikki altjóða farmaflutning sum týdningarmiklan vinnuveg, hví framleiða vit ikki soft-ware, tónleik ella teknifilmar til útflutnings, hví er so lítið av háteknologi í Føroyum, og hví eru vit ikki ein altjóða banka- og tryggingarmiðdepil?

Svarunum kemur landsstýrismaðurin ikki við í formælinum, men hann sigur, at Vinnumálastýrið fegið vil taka lut í kjakinum um framtíðina, og hann vónar, at hesin fyrsti av fimm bóklingum verður væl móttikin, nú broyttar politiskar fyritreytir krevja, at vit ganga nýggjar vinnuligar leiðir.


Tann næsti bóklingurin í røðini verður um leiklutin hjá tí almenna og tí privata. Hetta metir arbeiðsbólkurin verður ein av aðaltáttunum, og sigur, at fortreytin fyri einum støðugum vinnupolitikki er, at partarnir kenna sín leiklut og halda seg til hansara.

Triði bóklingurin fer at umrøða vinnurákið í útheiminum. Lønsemið í okkara vinnum veldst um okkara kappingarføri, og tí má vinnupolitikkurin vera framskygdur og smidligur, soleiðis, at hann verður lagaður til altjóða vinnuligu megingongdirnar.

Vinnupolitikkur í øðrum smátjóðum verður evnið í fjórða bóklingi. Málið er at fáa íblástur til at skipa okkara vinnupolitikk og at læra av teimum royndum, onnur hava gjørt. Tey lond, bólkurin hevur kannað, eru Ísland, Álandsoyggjar, Isle of Man, malta, Singapore og New Zealand.

Bóklingarøðin endar við fimta bóklingi, ið er eitt tilmæli til vinnupolitikk.

Í arbeiðsbólkinum sita:

Karin Toftegaard, fulltrúi í Vinnumálastýrinum

Bjarni Askham Bjarnason, fulltrúi í Vinnumálastýrinum

Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum

Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni

Jens Chr. Justinussen, skrivari í verkætlanini