Hví óttast suðuroyingar broytingar?

Hesin spurningur er viðkomandi, nú menningin av Suðuroy í stóran mun er steðga. Er tað tí, at eingin broyting er tað tryggasta og tað hava suðuroyingar tað best við?

Finnleif Guttesen, Tvøroyri
fg800@post.olivant.fo

Eingin veruligur vilji er hjá teimum, ið ráða fyri borgum, um at gera broytingar, har er einki format, eingin visjón um at fáa Suðuroy uppá føtur, tey hava tað best við, at alt er við tað gamla, tí so sita tey trygt í sínum sessum. Tað einasta vit hoyra frá teimum ráðandi er, hvat er gjørt galið, hvør hevur fingið hvat og at geva hvørjum øðrum skylduna, ístaðin fyri at samstarva og hyggja frameftir.
Suðuroyingar eru hjartkiptir fyri at missa identitet/samleika, hetta síggja vit best, tá tosa verður um samanlegging av kommunum og ítróttarfeløgum. Teir síggja bert trupulleikar við samanlegging, tí teir halda, at teir verða gloyptur av einum mótparti.
Ístaðin fyri ein mótpart, skuldu teir sæð ein samstarvsfelaga og ístaðin fyri trupulleikar, skuldu teir sæð tað sum eina avbjóðing í, at fáa mest møguligt burturúr einari samanlegging, til gagns fyri allar suðuroyingar og ikki bert fyri tann einstaka politikaran ella kommunu.
Tá høvdu allir suðuroyingar fingið somu møguleikar og treytir.

Vágur-Tvøroyri
Seinastu dagarnar er komi fram, at býráði í Vági ikki heldur seg kunna samstarva við býráði á Tvøroyri og hetta skilja flest allir suðuroyingar, tí tær útmeldingar, ið koma frá býráðnum á Tvøroyri, eru oftast betur ósagdar.
Men við einari samanlegging av øllum kommununum og einum býráði við 11 ella 13 limum, fær Tvøroyri kanska ei triðing av limunum og hinar kommunurnar tveir triðingar, so tað er eingin orsøk til at óttast, at Tvøroyri skal “bestemma” alt, tvørturímóti.

Eitt Suðuroyarlið
TB vil ikki leggja saman við hinum feløgunum um eitt lið í Formuladeidini, eitt Suðuroyarlið, tí teir óttast eitt ella annað, at blíva gloyptur ella kanska spælararnir halda, at teir ikki sleppa við á eitt felagslig, men har er bert at siga, at um teir eru nóg góðir, so skuldi eingin trupulleiki verði har. At teir koma at kappast um plássini, er væl bert mennandi fyri spælarar og liði.
Ungdómsdeildirnar í fótbólti samstarva og mær vitandi er tað eingin, ið hevur tala um, at feløgini TB,VB,Sumba og Royn skulu niðurleggjast. So tað kann bert verða manglandi vilji og dirvi hjá spælarum og nevnd, ið forðar fyri samstarvi og samanlegging.