Forsøming er ein stórur trupulleiki í Hvalbiar Skúla. Sjálvt tá børnini sigast at vera sjúk, ganga tey og mala í bygdini. Men nú ger skúlastjórin í Hvalba, Elsa Birgitta P. Petersen, bart og talar við stórum stavum til heimini um hugburðin til tað at ganga í skúla.
- Hetta skriv verður sent tykkum, tí tað hendir alt ov ofta, at næmingar eru burtur uttan loyvi. Í onkrum flokki er tað ein rár hending, at øll eru í skúla í senn, sigur stjórin í brævinum. Og hon vísir á, at foreldur og skúli svíkur børnini, um tey ikki læra tey at passa skúlan.
Hini børnini fortelja í skúlanum, at næmingarnir eru í Havn, í Klaksvík, í Sumba, til frisør ella á vikuskiftislegum norðanfyri. Ella við familjuni á stuttleikaferð, til dømis við Norrønu í Edinburg.
- Men hetta er ikki í lagi, sigur stjórin, sum framyvir fer at herða eftirlitið við at føra nágreiniliga protokoll, og at skriva forsøming í ummælisbókina hjá børnunum. Í brævinum minnir hon eisini heimini á, at skúlin hevur skyldu til at boða myndugleikunum frá, um næmingur forsømir ov nógv.
Afturvendandi mál
Við Sosialin sigur hon, at skrivið er sent út í samráð við lærarar skúlans.
- Hetta er eitt afturvendandi evnið á námsfrøðiligum fundum, og tað vindur alt meira upp á seg. Serliga hjá summum børnum, sigur stjórin, sum kortini valdi at senda brævið heim til øll, í einum yvirhøvurbrævi, sum hon tekur til. Í brævinum verður eisini greitt frá um hvussu foreldur skulu fyrihalda seg, um børnini noyðast at vera burtur, til dømis í samband við sjúku ella deyða í familjuni.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at foreldrini bara taka børnini við út at ferðast uttan fyri skúlaferiurnar. Kanska er ein orsøkin, at fólk hava fleiri pengar, eitt nú at ferðast fyri, og at tey hava ilt við at seta mørk fyri børnini, sigur skúlastjórin, sum leggur dent á, at tað eru ikki øll børnini, men tey somu ganga aftur og aftur.
Fínur skúli
Uppá spurningin, um orsøkin kanska er, at foreldur kenna tað sum at skúlin ikki tekur uppgávuna í nóg stórum álvara sjálvur, sigur hon, at lærararnir møta sera væl upp, eru fakliga dugnaligir, og at nógv spennandi tilboð eru, serliga nú upp undir jól.
- Í onkrum flokki var støðan somikið vánalig, at lærarin mátti leggja venjingina av jólaleiki niður í nakrar dagar, tí leikararnir vóru burturstaddir, sigur skúlastjórin.
Hon heldur tað vera eitt sera vánaligt signal at senda børnunum, at tað er í lagi at forsøma.
Spurd, hvussu foreldrini hava reagerað uppá brævið, sigur Elsa Birgitta, at hon vísti onkrum foreldrum tað áðrenn tað var sent út, og at tey hildu tað vera fínar greiðir. Annars hevur hon onki hoyrt.
- Tað ringasta er, at børnini missa so nógv, bæði fakliga, men sanniliga eisini sosialt, tá tey eru burtur úr skúlanum. Vit hava so nógva frítíð í skúlunum, at tey áttu ikki at havt tørv á meira frítíð, sigur stjórin.
--
Brævið, sum foreldrini fingu heim:::
Til heimini hjá næmingunum í Hvalbiar skúla
Hvalbiar skúli hevur tann hugburð, at næmingarnir skulu passa skúlan. Tað er teirra dagliga arbeiði, og tað skal takast í álvara.
Um vit, foreldur og skúli, ikki læra tey tað, hava vit svikið tey.
Tí tað, sum vit skulu brúka, tá vit eru vaksin, mugu vit læra, meðan vit eru børn. Læra vit okkara børn at passa “arbeiðið”, gera tey tað eisini, tá tey vera vaksin.
Men um vit ikki læra børnini í Hvalba, at tað er umráðandi at passa skúlan, at møta til tíðina ella í heilsa rikið at møta hvønn dag, so fara tey at føra hetta víðari til teirra vaksna lív.
Tey fara at venja seg við at halda, at tað er ikki so álvarsligt, um tey ikki møta til arbeiðis til tíðina ella um tey ikki møta ein dag.
Av og á er tað tó soleiðis, at foreldur mugu biðja barnið frí frá skúla, av serligum orsøkum, t.d. tá onkur stórur føðingardagur er í familjuni ella kanska deyðsfall. Í slíkum førum hava myndugleikarnir gjørt hesar reglur:
Skal næmingurin hava frí ein dag, skulu foreldur biðja flokslæraran um tað.
Skal næmingurin hava frí meira enn ein dag, skulu foreldrini biðja skúlastjóran um tað.
Og tað eru foreldrini, sum skulu venda sær til skúlan um fríloyvi. Ikki næmingurin.
Tá næmingurin er sjúkur hevur hann/hon sjálvandi loyvi til at vera heima, men foreldrini skulu boða skúlanum frá, at so er. Hareftir skal næmingurin, sum sjúkur er, vera inni. Tað skal ikki vera so, at tann “sjúki” gongur úti eftir skúlatíð.
Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at læra tey tað.
Tað eru eisini foreldrini, sum skulu boða flokslæraranum frá sjúku við at skriva í “Minn meg á – bókina”, sum allir næmingar skúlans hava fingið.
Hetta skriv verður sent tykkum, tí tað hendir alt ov ofta, at næmingar eru burturstaddir úr skúlanum uttan omanfyristandandi krøv eru uppfylt. Ja, í summum flokkum er tað ein rár hending, at allir næmingar eru í skúla í senn.
Tað hendir alt ov ofta, at næmingar eru burturstaddir ein ella tveir dagar, og skúlin frættir bara frá hinum næmingunum, at hon ella hann er í Havn, í Klaksvík ella Sumba.
Tað kemur eisini fyri, at næmingur bara fer úr skúlanum kl. 10.30 hósdag, “tí hon/hann skal gera seg kláran, í bað og pakka. Smyril fer kl. 14.00. Tey skulu á legu, og tey vera burtur fríggjadagin og kanska mánadagin við.
Skúlin hoyrir ikki nakað frá foreldrunum.
Tað skal ikki skiljast soleiðis, at Hvalbiar skúli hevur nakað ímóti, at børn fara á legu saman við foreldrunum, ella tá tey hálvvaksin fara saman við vinfólki. Vit vita, at bæði Brøðrasamkoman og Heimamissiónin skipar fyri fleiri góðum og læruríkum samkomum. Men vit vita eisini, at hvørgin samkoma er áhugað í at draga næmingarnar úr skúlanum. Tí skipa tey fyri teirra legum í frítíðini, og tí er tað ikki neyðugt, at næmingarnir fara úr skúla ein dag fyrr og koma aftur ein dag eftir.
Onkur næmingur finnur eisini uppá at fara til frisør í skúlatíðini, sum um at tað var heilt natúrligt.
Hesi seinastu árini hendir tað eisini alt ov ofta, at foreldur biðja næmingar frí, tí familjan skal stuttleikaferð heima ella uttanlands.
Ein og hvør, sum hevur við børn og ung fólk at gera, má vera samdur við okkum um, at hetta er ikki í lagi.
Tala vit ikki at, tá so er, er okkara uppaling farin á glið, og vit hava ikki gjørt skyldu okkara sum foreldur og skúli.
Eitt skulu tit vita, og tað er, at skúlin frættir altíð, hvar næmingurin hevur verið og hví.
Fólkaskúlin er vælsignaður við nógvum frídøgum og ferium, so ikki skuldi verið neyðugt at fari at ferðast aðrar tíðir.
Heitt verður tí á foreldur til næmingar í Hvalbiar skúla at leggja frítíðina hjá børnum teirra í skúlatíðini og at boða frá, tá barn teirra hevur verið sjúkt.
Hvalbiar skúli fer í framtíðini at gera meira við at notera í protokollina hvørja ferð næmingur hevur verið burturstaddur uttan loyvi, og tað verður eisini skrivað í ummælisbøkurnar.
Kunngerðin frá myndugleikunum krevur eisini av okkum, at um næmingur forsømir ov nógv uttan loyvi, skulu vit boða myndugleikunum frá.
Vónandi verður hetta skriv tikið í sama anda, sum tað er skrivað, nevniliga fyri at skúli og heim taka lógvatak um børnini, so vit kunnu geva teimum tað besta við í ferðini gjøgnum lívið.
Blíðar heilsanir
Hvalbiar skúli
Elsa Birgitta P. Petersen, skúlastjóri.