Hvalbingar søgdu nei til samanlegging

Hvalbigar søgdu nei til at leggja saman við Tvøroyri

Tað verður eingin kommunusamanleggin í Suðuroy hesaferð. Fólk í Hvalbiar kommuni og Tvøroyrar kommunum hava í dag verið á atkvøðugreiðslu um kommunusamanleggin.

 

Tað var ikki so stórur munur, men meirilutin í Hvalba sigur nei til at leggja saman við Tvøroyri.

 

Tað merkir, at tað verður eingin kommunusamanlegging.

 

Úrslitið í Hvalba er, at 54 prosent siga nei og 46 prosent siga ja.

 

Enn vita vit ikki, hvussu gekk á Tvøroyri, men tað kann vera líka mikið, tí sigur onnur kommunan nei, so verður samanleggingin av ongum.

 

 189 atkvøður í Hvalba eru fyri samanlegging og 220 atkvøður eru ímóti.