Hvat er at samráðast um? ? Eitt heilt land, Atli Hansen!!!

Í Dimmalætting 6/7-2000 hevur fyrrverandi løgtingsmaður sambandsfloksins eina grein, sum bara kundi verið skrivað av einum sambandsmanni, tí tað gjøgnumgangandi er, at undirbrotligheitin yvir fyri donsku myndugleikunum nær óhoyrdar hæddir, samstundis sum føroysku fjølmiðlarnir fáa á pukkilin, m.a. fyri at geva Høgna Hoydal, landsstýrismanni, alt ov fríar teymar: »Høgni Hoydal sleppur ofta ov lætt undan naskum og kritiskum spurningum frá føroysku pressuni«.

Men sambært gøtumanninum Atla Hansen eru vónir fyri framman: »? og tíbetur fáa vit okkurt brævið frá Nyrup um gongdina í málinum og donsku sjónarmiðini?«, í hesum partinum í greinini tekur undirbrotligheitin rættiliga dyk á seg; tað er eisini rættiliga margháttligt, at ein sambandsmaður skal sóknast eftir teimum donsku sjónarmiðunum, tí ein og hvør veit, sum bara hevur fylgt eitt sindur við í fullveldiskjakinum, at sambandsmenn og javnaðarmenn hava sum føroyingar umboðað donsku sjónarmiðini, og hetta prógvar enn einaferð, at trupulleikin liggur í Føroyum, men hinvegin hevði eingin roknað við stuðli frá sambandsflokkinum, tí sum Atli Hansen sjálvur tekur til: »Um danska pressan og Nyrup eru á rættari leið, so er Høgni Hoydal á skeivari leið. Hetta kallast manipulering ella villleiðing, og tað er naivt út um øll mørk av einum fyrrverandi journalisti (tíðindafólki) at halda, at hetta ber til í einum upplýstum samfelag í dag ? sjálvt uttan pressu (fjølmiðlar)«. Her síggja vit sambandslyndið aftur, at seta spurnartekin við føroysku útspælini í samráðingunum og líkasum leggja upp til, at danska stjórnin hevur rætt, sjálvt um danska stjórnin ikki vil grundgeva fyri tí, sum hon tvíheldur um; og tað burdi bygdarmaður Gøtu Trónda vitað, at uttan grundgevingar íkemur skjótt spurningurin um haldbæri fyri tí, sum tvíhildið verður um.

Hálovingin hjá Atla Hansen til donsku fjølmiðlarnar fær rættiliga nógv pláss í greinini, og endurgevingar, sum hava eittans endamál, nevniliga at fáa okkum føroyingar at kenna okkum illa, eru høgt í metum hjá sambandsmanninum. Muran er hin gamla, og sum vit kenna so sera væl, tað er meira týdningarmikið hjá einum sambandsmanni at seta sínar egnu landsmenn í ringt ljós og við háloving av tí, sum m.a. danskt er, verður hetta ført fram ferð eftir ferð. Men lat meg minna Atla Hansen á orðatakið »tað er vána fuglur, sum drýtur í egið reiður«, tað er sera væl hóskandi í hesum sambandi. Markleysa undirgevingin fyri øllum donskum yvirvaldi og sjálvt donskum fjølmiðlum fær helst vanliga føroyingin at hveppa seg ? hetta skuldi fingið sambands- og javnaðarmenn at hugsað seg eitt sindur um, tí fáir eru teir føroyingar, sum hava nakað gott at gera Nyrup ? so henda hálovingin hjá afturhaldinum kann lættliga koma aftur um brekku.

Atli Hansen ? tað er at kasta torvmold í eyguni á føroyingum, at tú gevur teg út fyri at vera »ein liberalur føroyingur, ið arbeiðir fyri sjálvbjargni og sjálvræði«, sum tú ger í greinini. Tí øll vita, at tað er eingin sambandsmaður, sum arbeiðir fyri sjálvræði og sjálvbjargni í Føroyum, hvørki so ella so, tí tað er beinleiðis í andsøgn við tilverugrundarlagið hjá sambandsflokkinum. Men hetta talar helst fyri tínum politiska støði.

Tú skal heldur ikki leggja upp til, at meirilutin av Føroya fólki og Nyrup eru samd í ríkisrættarliga spurninginum, tað hevur tú fyri tað fyrsta einki ánilsi av, tí tú hevur onga peiling av, hvat eitt alternativt uppskot inniheldur, men fær tú ríkisfelagsskapin, so ert tú helst nøgdur. Fyri tað næsta, so er Poul Nyrup Rasmussen helst tann danski politikarin, sum føroyingar vilja hava sum minst ? helst einki ? við at gera.

Tú veitst eins væl og eg, at møguleikin at endurnýggja okkara vælferðarsamfelag als ikki er farin fyri bakka, men heldur at viðurskiftini bæði á sjúkrahúsøkinum, skúla- og samfelagsøkinum og øðrum týðandi samfelagsøkjum hava fingið grundleggjandi viðgerð undir hesi samgonguni, har lunnar eru lagdir fyri framhaldandi sunnari menning eftir føroyskum viðurskiftum, hetta er sjálvandi eisini ímóti tínari politisku sannføring, men veruleikin nýtist tær ikki at síggja burtur frá.

Fyri at venda aftur til yvirskriftina hjá tær: »Hvat er at samráðast um?«, so vil eg fyrst vísa til mína egnu yvirskrift: »? eitt heilt land, Atli Hansen«, ja einki minni.

Hvat er alternativið hjá sambandsmonnum sum tær? Framhaldandi ríkisfelagsskapur og menning av hesum? Tað kundi verið eitt svar, sum eg kundi hugsað mær tú komst við. Hvussu skulu vit skipa okkara viðurskifti við Danmark, skal tað framvegis vera ein »gevara og móttakara skipan«, har vit fáa ein posa av pengum at byggja hetta landið upp við? Nei, Atli Hansen, tað hevði verið tann beinleiðis vegurin til búskaparligan undirgang.

Tað er avgerandi, at vit skapa fortreytirnar fyri einhvørjari menning í okkara samfelag, og tað gert tú ikki við at fáa óendaliga peningainnspræningar frá øðrum landi og letur ein part av avgerðarrættinum frá tær afturfyri, tí avgerðarrætturin er gull verdur og altavgerandi, tí hevur tú ikki hann, kunnu avgerðir verða tiknar yvir høvdinum á tær, júst sum vit hava upplivað tað fleiri ferðir í ríkisfelagsskapinum; men at vísa á hetta yvir fyri einum sambandsmanni er sum at sletta vatn á gás, tað perlar av og til endan so venda teir øllum á høvdið fyri síðan at fáa sínar egnu landsmenn at standa eftir við svartaperi ? tað er sambandspolitikkur í heilt einfaldari útgávu.

Fyri at venda aftur til hvat er at samráðast um, Atli Hansen, so skal eg vissa teg um, at aðalhugsjónin hjá sambandsflokkinum er burtur fyri allar ævir. Tí eingin meiriluti í Føroyum fer at góðtaka, at avgerðarrætturin og valdið liggur nakra aðrastaðni enn í Føroyum, og tað gerst bara við at taka fult vald í Føroyum ? fullveldi, og tað er endamálið við samráðingunum, um tú ikki hevur fingið tað við enn. Eitt annað kann eg eisini vissa teg um, og tað er, at tá samráðingarúrslitið fyriliggur, tá verður fólkaatkvøðuúrslitið okkara sigur, tí føroyingar vilja ikki meiri samband ? tvørturímóti, tað fær tú eisini prógvað við øllum teimum veljarakanningum, sum gjørdar eru!!!

Eitt vita allir føroyingar: at tað fer eingin sambandsmaður ella sambandsflokkur at samráðast við nakra danska stjórn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen