Hvat er humanisma?

- Upplýsandi greinar ognaðar Álv Kirke og øðrum góðum fólkum í Føroyum

Fyrri partur av tveimum:
????????????????????


"Tú góði Gud, hesin heimur er ein sjónleikur! Fulurl av dárum, ið á allan hátt bert halda gang og sveima millum hvønn annan!".
Desiderius ERASMUS
úr: "Dårskabens pris" frá 1511
(kendur sum Erasmus frá Rotterdam f. 1469)

"?..at arbeitt verður fyri at broyta Føroyar til eitt sekulariserað samfelag, sum byggir á humanismu - ístaðin fyri kristnu siðalæruna".
Álvur Kirke, yvirlýsing í Dimmalætting 3 oktober
2002



Í hesum døgum skapa yvirlýsingar djúpar gjáir í føroyska samfelagnum. Nøkur tosa um fundamentalismu, uttan at siga hvat hetta er, og so hini, ið rópa um humanismu, at henda skal vera eins skaðilig og svartasta siðloysi, gudloysi og ringasti ólevnaður.

Humanisma
Kim Simonsen

Eg eri ikki gudfrøðingur og vil ikki royna meg við eini definitión av fundamentalismu, eg havi hinvegin hug at siga nøkur orð um humanismu, tí tað er klárt, at fólk ikki vita, hvat tey tosa um, tá tey siga seg meina við humanismu, og ikki minst kolldøma hesa leið.
Humanisman og trúbótin
- Frá Erasmusi frá Rotterdam til Martin Luther.
Ein týdningur av orðinum humanisma er ein læra, ið setir dannilsi sum mál. Menniskja skal danna seg sjálvt fyri at kunna gerast menniskja, fult og heilt. Handan hetta liggur sjálvandi eitt ideal um, hvat tað vil siga at vera menniskja. Hesin humanitetur varð mangan leiddur úr antikkum merkingum. Hjá Patraca, L. Valla Pico della Mirandola, Erasmus, Thomas More finna vit uppgerðina við skolastikkin við ortodoksi, ið rennur saman við renessansuni í Vesturheiminum. Henda stevna var sera fruktagóð, av hesum runni vuksu tankar um frælsið, list, politik og tankar um lívið. Sentralur er tankin um menniskja sum skapandi sentrum, menniskja og mentanin gerst mál í sjálvum sær.
Frá Byzantin til Italiu
Fara vit ein túr aftur til 1400 talið, tá modernað vísindi og humanisman komu undan kavi, vóru tað menn, ið vóru flýddir úr Byzantinska ríkinum, tá tað fall í 1453. Hesir komu at búseta seg í Italiu. Henda lærda fjøld hevði við sær handrit á greskum og kunnleika um grekst andslív. Latín hevði verið lærda málið í miðøld, meðan kunnleikin til rómararíkið øktist eisini í hesi tíðini. Kunnleikin til greska antikka heimin leiddi til brot við miðaldarliga menta- og heimsmyndir. Eftir fyrstu spírarnar til renessansuna í Italiu kom hon av álvara til Norðureuropa í 16 øld. Serliga frammaliga var ynski um at lesa gamlar skriftir á upprunamálum, ið leiddi til atfinningar at tí hátti katólska kirkjan hevði týtt Bíbliuna og ynski um at fáa hetta á heimligum málsligum lendi. Humanistiski andin setur á at gera menniskja frælst frá kristn-ari miðaldar fordøming av lívinum á jørðini. Hesir vildu eisini seta menniskja í miðjuna, heldur enn Gud. Hetta merkti ikki, at Gud ikki var partur av heimsmyndini meiri.
Erasmus av Rotterdam royndi at troyta eina leið, ið boðaði ein humanistiskan kristindóm, henda spíra sígga vit í trúbótini og hjá monnum sum Martin Luther og Jean Calvin. Sum heild komU humanisman, trúbótin og renessansan at merkja; at nýggjur sáttmáli varð skrivaður. Humanistar sum Rebelais, brútu við miðaldrar lívsnoktandi og asketiskar fyrimyndir, tølandi hugsjónir og ivasom hugmál og boðaðu; at gleði skuldi valda í lívinum, og ikki bert í ævinleikanum. Hjá Rebelais kemur frælsið fram, um vit hava egnaða frálærufrøði, ið er tømd fyri yvirtrúgv, býttleika; ið miðaldar skolastiskar lærur boða.
Andi hins einstaka
Í 1800 talinum kom humanisman at vera endurnýggjað av t.d. Goethe, Schiller, W. von Humboldt, har dannilsi av tí einstaka, í týdninginum persónmenskuni, kom at valda. Her er humanistiskt danniilsi, og einaferð enn, hetta vóru ikki ateistar, men menn, ið trúðu uppá javnvág, og menning av mannlyndinum. Málið er ikki gudloysi ella at berjast móti kristindóminum, men at menniskja mennir eina samanhangandi heild. Henda siðing elvdi til mentaskap, ið menniskja kundi nøra sín anda við at troyta.
Humanisma og upplýsing í Føroyum?
Fara vit til Føroyar eru tað ikki hesi vandamál vit eru uppald við at hugsa um. Eg veit ikki, hvat hendir í Føroyum, vit hava ein lítlan her av lærarum, í øllum okkara skúlum, frá fólkaskúla til miðnámsútbúgvingar til Lærdan Háskúla, ið dúgliga tosa um læring og gransking. Øll brúka millum 9 til 18ár (t.d. 10 plus 3 plus 4-6) í skúlunum, men enn er ein gjógv millum upplýsing og kristnan dogmatik. Onkur helt fyri, at upplýsingartíðin ongantið kom til Føroya, at vit tí eru farin frá miðøldini, ið vardi til minst 1850 (kanska 1890) og beint inn í tjóðskaparromantikkin. William Heinesen tók til, at miðøldin í Føroyum vardi til ár 1900.
Føroyska anti-humanistiska argumentið
Føroysk humanisma finst hon?
Jóannes Patursson, Rasmus Effersøe og aðrir tjóðarbyggjarar hugsaðu helst ikki um annað enn tjóðskaparligt lóður, hesir tosaðu ongantíð um Horats, Vergil, Aristoteles, Ovid, Erasmus frá Rotterdam, Rabelais, Kopernicus, Galilei ella Descartes. Frá føroysku tjóðskaparrørsluni skuldi ikki koma ein miðeuropeiskur intellektuellur framburður, annað enn hin tjóðskaparromant-iska altso. Seinni vóru tað Kristin í Geil, sonur Djóna í Geil, ið var við til at halda jólafundin. Kristin kom at umboða onnur rák, so sum ein radikalan vong innan tjóðskaparrørsluna í Føroyum, sum tók eftir grundtvígianismu, Brandesa radikalismu, sosialismuni og arbeiðararørsluni, ið er ein onnur kjølfesta enn tann hjá teim frá jólafundinum, ið endaði sum konservativt og mangan borgarligt afturhald á týðandi økjum. Mentanarradikalisman, ið bæði tekur eftir rationalismuni og humanismuni, kvaldist í Føroyum, kanska tí eitt fylgi av heimføðingum, tað eru altíð tær smáu ondirnar, ið traðka alt til einki, serliga innan politikk, legði á at læra føroyingin at hálova mælagrót og flag, og sjósetti sjálvsheiðrandi heimføðiskapin sum fremstu vísindina í Føroyum, saman við fólksligum rørslum, ið fekk alt at líkjast øllum, og tí ongum. Í Føroyum livdi ein antí-intellektualisma og ein antí-humanisma, sum man kann finna í ymiskum hami, serliga innan:

?Nyttumoral (pragmatismu).
?Kristi afturhald.
?Tjóðaskaparrørsluna.
?Og vanligt afturhald, borgarligar tankar um siðmenning.

Nyttumoralurin ella pragmatisman kann tykjast altíð at vita best, hvat vit her og nú hava brúk fyri, men henda tulking er altíð og æviga skeiv, menniskja livir av meiri enn frá hond í munnin. Kristna afturhaldið ræðist alt, sær undirgongu allarstaðir, hesi premissir eru eins fyri allar fýra bólkar, ið kunnu myndast á henda hátt:

a)Vit er rótleys, ørkymlaði og trilva eftir at finna mista fótafestið. Vit hava mist, ella eru um reppið, at missa okkum sjálvi, mentanarliga felagsskapin (tjóðskaparliga, kristna, inntøkugrundarlagið ella vanligan penan atburð) og kristna felagsskapin, tí einstaklingalyndi, humanisma og annað hóttir.

b)Missurin av felagsskapinum, og missurin av kensluni av at vera ávegis ímóti einum felags máli í framtíðini, eitt æviga kristið Føroyar t.d., elvir til tankan um, at vit liva í ringum tíðum, kanska teim ringastu nakrantíð. Hesin óttin er eisini felags fyri allar fýra bólkar.

c)Misti felagsskapurin ger, at vit ikki longur hava nakran samanhangandi etiska tilvitan, og uttan ein felags etik kann samfelagið ikki hanga saman, t.v.s. hetta er ein ónd ringrás. Vit tosa um missin av felags etisku leiðini, er bert eykenni um at tað er soleiðis. Hetta fær fólk at trálesa t.d. bíbliuna, og til at gerast ov bíbliutrúgv (fundamentalistar).

d)Hugmyndafrøðisliga uppgávulindi fær okkum at vanta varðar og visiónir á ferð okkara inn í framtíðina. Vit eru tí noydd at trilva blind í hesi samfelagsmenning, sum t.d. hvussu vit skulu uppala børn okkara ella tá vit skulu finna fyrimyndir og hugsjónir fyri framtíðar mentan okkara, í eini tíð, har man tosar um skrásett paralag, fosturtøku os.fv.

c)Altjóðagerðingin, økta og ótemjandi fjølmiðlaútboðið, einstaklingalyndi, alnótin, væntandi felagsskapurin og hvørvandi etiska tilvitanin, er um at máa støði undan teim virðum, mentan, siðum, ið vit hava, sum knýtur okkum saman sum (kristið) fólk og tjóð.

d)Eintaklingagerðingin elvir eisini til, at vit fáa eitt samfelag av sjálvssøknum einstaklingum, ið bert stremba eftir sjálvsmenning og sjálvsglaðari grunnskygdari sjálvsnøktan, sum hesi meina ein sekulerað humanistisk heimsmynd boðar.

e)Í kjalarvørinum á humanismuni, sekulariseringini, einstaklingagerðini og missinum av sjálvsagdum kristnum tulkingum og siðum fremkemur eitt samleikaloysi, tí er okkara kristni samleiki hóttur.

Hetta eru í stuttum nøkur av teim mest vanligu argumentunum, ið sum sagt hava somu skipan og niðurstøðu, hóast ymiskar premissir, nevnligani, at vit hava mist okkurt í ferðini, og at avleiðingarnar av hesum eru, ella kunnu gerast, øgiligir, tí fáa vit lógir, ella hvat tað so fólk ræðast, so er teirra einasta argument, at hvat er so næst? Hetta er ein tilgjørdur og ósamanhangandi spurningur, ið meiri líkist eini trábøn, tí hetta spurdu teir, sum brendu heksir seg eisini, hetta spurdu teir, sum søktu Anniku í Dímun á Havnarvág, hetta spurdu teir, sum sóu ein bil fyri fyrstu ferð, tey sum fingu elektriskt ljós, sum sóu eina teldur leggja 2 og 2 saman og fáa 4. Hetta er v.ø.o. eitt vánaligt argument man kann koyra ad absurdum beinanvegin, t.v.s. at vísa at hetta ikki heldur við at føra líknandi argumentir, sum hava sama form (kallaður modens ponens), ið hevur frimilin:

hvis p so q
p
q

Sum t.d. hetta:

er byrsan lødd(P), er hon vandamikil (q)
hon er lødd (p)
hon er vandamikil (ergo q)

Hyggja vit at øllum argumentinum hjá Álva Kirke, so er formurin:
Um vit fáa sekulariseraðar lógir í Føroyum, t.d. um skrásett paralag, ið byggja á onkra tulking av humanismu, so kann alt henda, vit støkka kanska sundir sum kristin tjóð? (p)

(q, -q ?)

Vit kunnu bert gita um hetta, um hetta endar sum q ella p, ikki q ella ikki p, tí hetta er eitt probalistiskt argument, t.v.s. at hetta kunnu vit ikki vita nakað um, tí er hetta bert lutfalsligani hugsandi, hetta er ein møguleiki, ið hesi meta sum sannlíkan.
Hetta er hitt milda Argumentið, tey fólk, ið halda fast um hesa leið, eru mangan skilagóð, men eg eri ósamdur í hesum argumenti, argumentið er ikki gyldugt við vanligari argumentatión, tí eri eg ósamdur við hvørjari einstakari premiss, serliga tí tann falska premissin hjá hesum fólkum er ein burturvilst tulking, og ein kolldøming, av orðinum humanisma, ið eg skal gera meiri úr í næsta parti

Dannandi bókmentir okkara siðmenning er bygd á, saman við t.d. Bíbliuni:

Erasmus: Dårskabens Pris (1511), endurprentað frá útgávu frá 1745.
Martin Luther: Om den trælbundne vilje. (1525), frá De Servo Arbitrio, 1950.
Jean Calvin: Fremstilling af den kristne troslære. (1536). Frá: L´institution de la Religion Chrétienne.
Rabelais: Gargantua og Pantagruel. (1532).
Nicolas Kopernicus: De himmelsek kloders bevægelser. Stockholm, 1881.
Lucrets III, 938, 1965.
Galilei bræv til kepler 19 august 1610. Í: Leif Nedergaard: "Litteratur og idéhistorie -Indbefattet en verdenslitterær antologi". 1981.
Descartes: Discours de la Méthode pour bien conduire sa raison & chercher la verité dans les sciences (1637), 2002.
Tcchonis Brahe: De Nova Et Nvllis (?). (Um nýggju stjórnuna 1573).

Aðrar bøkur:
Gunnar Skirbekk: Filosofi Historie 1-2. 1980.
Odd Wormnæs: Vitenskaps filsosofi. 1984.
Leif Nedergaard: "Litteratur og idéhistorie -Indbefattet en verdenslitterær antologi". 1981.
Justus Hartnack: Filosofiens historie. 1969
Politikens filosofi leksikon (Red. Paul Lübke).1998.
Thomas Bredsforff, Mihail Larsen & Ole Thyssen: Til Glæden - Om humanisme og humaniora. 1979.
Carl S. Petersen & Vilhelm Andersen: Illustreret dansk litteraturhistorie. Bd. 1. 1924.