Fyrireikingar fara nú fram til hesi komandi rættarmál á Guantanamo – legan kring dómstólin, »Camp Justice«, tekur skap. Gerandisdagur á Guantanamo Guantanamo var einaferð bert ein herflotastøð, ið gav vaktarskipum brennievni. Men stutt eftir 11. septembur í 2001, 11. januar 2002, komu teir fyrstu fangarnir úr Afghanistan. Guantanamo gjørdist bráddliga eitt týðandi stað í krígnum ímóti yvirgangi. Nú um dagarnar eru arbeiðsmenn í full sving við at seta eina høll upp. Eina høll í stíl við okkara mongu fýrkantaðu metal-kassar, har fyritøkur, heilsølur, fiska -og flakavirkir halda til. Hetta fer fram á eini fløtu, sum fyrr var brúkt sum flogvøll, nú verður fløtan helst grund til hernaðarligar dómstólar, ið kunnu lýsast sum serligir. Høllin skal hýsa einum serliga tryggjaðum rættarsali. Her skulu menn, sum eru undir illgruna fyri álvarsligt yvirgangsvirksemi, stillast fyri dómara. Á tí, sum einaferð var flogvøllur, eru meiri enn hundrað tjøld sett upp til sakførarar, fjølmiðlar og starvsfólk annars, herfrá fara øll hesi at arbeiða og búleikast – seks persónar til hvørt tjaldið. Og tjaldlegan hevur fingið navn – Camp Justice. Á Guantanamo sita 275 fangar, tá ið talið var hægst sótu uml. 680 inni í klivum. Har arbeiða tils. uml. 2.000, tey flestu eru úr sjóverjuni og herinum, 12 % tíðaravmarkaði arbeiðsfólk, eins og tey, sum seta høllina upp til áðurnevnda rættarsal. Ein flogruta er, við fýra fráferðum um vikuna, millum amerikanska fastlandið, Florida, og Kuba, Guantanamo. Flogfarið tekur einans trettan ferðandi og túrurin heilar tríggjar tímar, tí flogfarið ikki fær flogið inn í kubanskt loftrúm. So tað kennist kanska eitt sindur isolerað at verða eitt av starvsfólkunum á Guantanamo, hóast mann ikki er fangi. Eins og í øðrum hernaðarstøðum úti í heimi, so roynir herleiðslan at bøta um støðuna við at innflyta eitt sindur av tí heimliga. Hendan innflytanin á Guantanamo sæst aftur í seks fast-food matstovum, tveimum uttandura biografum, mini-golf og so ein illa farin golfvøllur við níggju holum. »Nuremberg ella Abu Ghraib?« Blaðið The New Yorker hevur í drúgvari grein hugt nærri eftir núverandi støðuni kring Guantanmo og teimum komandi rættarmálunum. Ein niðurstøða hjá greinaskrivaranum er, at Bush-stjórnin, í staðin fyri at steingja Guantanamo, nú roynir at eyðmerkja tess samleika annarleiðis enn áður: »Heldur ein arvingi til Nuremberg, enn ein tvíburi til Abu Ghraib-fongslið í Baghdad.« Guantanamo er stak illa dámt millum tey allarflestu. Sjálvt tey trý, amerikonsku forsetavalevnini, báðir demokratarnir og republikanarin, eru samd: Guantanamo skal steingjast! Hóast hetta, so er Bush-stjórnin í kríggið ímóti yvirgangi, og Guantanamo jú blivin ein týðandi partur í hesum kríggi. Einstakir av fangunum á Guantanmo eru týðandi brikkar – aðrir eru ikki. At staðfesta sekleikan hjá ymsum fangum sum t.d. Khalid Sheikh Mohammed er avgerandi fyri eftirmæli Bush og republikanararnar, tvs serliga John McCain. Og so leingi eingi rættarmál verða førd, koma prógvini ikki fram og sekleikin heldur ikki staðfestur. Men nú eru hesi so á veg. Tað er nú greitt, at fleiri sakleysir menn tilvildarliga eru rændir og fluttir til Kuba, inn í ein av klivunum á Guantanamo. Og stjórnarmyndugleikar viðganga alment, at viðvíkjandi meiri enn 130 av fangunum er eingin ætlan hvør lagna teirra skal verða. Tað er sostatt almenn vitan, at Guantanamo ikki hevur fríðkað um umdømið hjá USA og hennara sameindu. Her er eftir øllum at døma píning farin fram í loyndum. Men hetta skal, nú rættarmál skulu haldast, kortini framhaldandi haldast burturi frá almenna ljósinum. Loyndardómar halda fram Próvførslan verður nevniliga ikki øll sum hon er almenn. Hóast fjølmiðlar fara at hava atgongd til hesi rættarmál, ja so er rættarsalurin eisini serliga innrættaður. Blaðfólk og aðrir partar av almenninginum koma at siga aftanfyri ein glasvegg. Hesin veggur kann, nær tað skal vera, dragast fyri, soleiðis at einki kann síggjast ella hoyrast. Hetta sigst hava samband við mátan prógv eru fingin til vega, nevniliga ígjøgnum píning. Onnur vilja siga, at hetta er fyri at halda forhoyrsmátar og keldur loyniligar fyri fíggindanum. Hvørt formurin á hesum dómstóluri verður tann sami gjøgnum alt komandi ári fær mann at síggja. Politiskir eygleiðarar meta, at Bush-stjórnin kann trýsta demokratarnar í kongressini og fáa sín vilja viðvíkjandi slíkum málum, sum hava við yvirgang at gera. Orsøkin er hon, at McCain stendur sterkari enn demokratisku valevnini, tá ið tosað verður um hóttanina frá altjóða yvirgangi. Og tí vilja demokratarnir sleppa undan, at yvirgangur verður eitt heitt kjakevni í valstríðnum. Men tað sær sanniliga út sum um, at meiri fer at verða tosað um yvirgang í USA. Kelda: »Camp Justice«, The New Yorker, Jeffrey Toobin, apríl 14. 2008 ---------- FAKTA Myndugleikar viðganga alment, at meiri enn 130 av fangunum eru so at siga fangaðir í ongamannalandi – ongar ætlanir eru gjørdar viðvíkjandi hesum fangum