Heðin Mortensen
Borgarstjori í Tórshavnar Kommunu
Er tað kanska hansara máti og moralur, sum hann slapp sær burturúr uppá, viðvíkjandi byggigølu síni við Løgmannabreyt? Er tað fríøki, hann skuldi havt gjørt í samband við sínar byggiverkætlanir, sum enn liggja órørd? Ella er tað hansara máti at ríka seg upp við bygging á almenna jørð?
Eftir sum tú tosar um floksmoral, so trúgvi eg ikki, at sambandsflokkurin ella sambandsfólk taka undir við tær í hesum, so eg haldi, at tú skuldi tagt.
Hetta vóru bert nøkur fá dømi um, hví eg meti hetta lesarabræv líka so fjákut sum so nógv annað, ið Høgni Mikkelsen borðreiðir við. Meira seinni, um neyðugt.