Hví eta føroyingar minni grind og spik?

Elsa Helmsdal, MSc í heilsusamskifti frá Roskilde Universiteti, hevur fingið játtan til eina ph.d. verkætlan, ið skal greina kunningina tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind.

 

Í 2008 søgdu granskarar, at føroyingar áttu at gevast at eta grind, tí hvørki tvøst ella spik lúka treytirnar fyri loyvdum innihaldi av skaðiligum evnum. Kanningar vístu tá skaðilig árin á fostur og børn. 

Tey síðstu áratíggjuni hevur dúgliga verið roynt at greiða føroyingum frá um teir vandar, sum knýta seg at tí at eta grind. 

Nøgdirnar av skaðiligum evnum í grind, serliga kyksilvuri, PCB og PFAS, hava gjørt, at kjakast hevur verið um grind í føroyska kostinum í áratíggju.

Føroyingar, serliga kvinnur í burðardyggum aldri, hava nú munandi lægri kyksilvur innihald í blóðnum. Hildið verður, at kunningin um vandan við at eta grind er orsøkin til hetta. 

Men ongar kanningar eru gjørdar av, hví serliga kvinnur eta nógv minni av grind. 

Endamálið við ph.d. verkætlanini hjá Elsu Helmsdal er at kanna, hvørji viðurskifti eru viðvirkandi til, hvørja fatan og vitan tann einstaki føroyingurin hevur um dálkingarevni í grindahvali. Til at svara hesum spurningi fer hon í fyrstu atløgu at kanna, hvat hevur verið miðlað um dálkingarevni í grind tey seinastu 40 árini. Síðani verður eitt spurnablað sent út til allar kvinnur og menn í aldrinum 30-34 ár við spurningum um teirra vitan og fatan av dálkingarevni í grind.

Elsa Helmsdal hevur fingið 480.00 kr. í stuðli til ph.d. verkætlanina frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er staðsett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. 

+ mynd

Elsa Helmsdal, MSc í heilsufremjan, ger ph.d. verkætlanina um kunning um dálkingarevnum í grind