Hvørt týskvøld í nærum eitt ár, hevur Hvonn verið karmur um livandi jazztónleik, og hesaferð er tað Heðin Ziska Davidsen, ið stendur fyri tónleikinum
Hvonn hevur latið hurðarnar upp fyri jazz tónum hvørt týskvøld í nærum eitt ár, og samstundis hevur Hvonn Lounge gjørt stórar íløgur. Tey hava millum annað keypt eitt klaver og eitt nýmótans ljóð anlegg, soleiðis at umstøðurnar hjá tónleikinum eru so góðar sum til ber.
Týskvøldið er so aftur jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað Heðin Ziska Davidsen, ið leikar á guitar, Mikael Blak, ið leikar á bass, Óli Olsen, ið leikar á klaver og Brandur Jacobsen ið leikar á trummir.
Heðin er serliga kendur sum guitarleikarin í Yggdrasil og Hatespeech, men hevur eisini sín egna bólk, ið nevnist Tjant. Tjant hevur útgivið tvær fløgur, og nevnast kann, at Mikael, Brandur og Óli eisini eru partur av bólkinum.
Mikael er bassistur í 200, fastur bassistur hjá Teitur Lassen eins og hann eisini er partur av Yggdrasil.
Óli Olsen er serstakliga væl kendur úr bólkinum Enekk, men tað farna árið hevur hann eisini verið partur av bólkinum Crawling Blue, ið fer at geva út fløgu síðst í mars í ár.
Brandur Jacobsen er ein sera virkin trummuleikari. Hann er partur av bólkinum Yggdrasil, Crawling Blue, fastur trummuleikari hjá Høgna Lisberg eins og hann hevur útgivið tvær fløgur í egnum navni.