Hvussu gamal er hesin?

Fyrrverandi AC Milan-leikari sigur seg vera 19 ár, men er undir illgruna fyri at lúgva um aldurin.

Fyri tveimum árum síðani framdi Yusupha Yaffa úr Gambia framúr avrik á U19-liðnum hjá AC Milan, men tað kann tað hava verið ein heilt serlig orsøk til. Ein orsøk, sum ikki var heilt eftir bókini.


Gazzetta dello Sport skrivar, at Yusupha Yaffa, sum sigur seg vera 19 ára gamlan, í grundini møguliga er 28 ára gamal. Tað er komið undan kavi á facebook, har fleiri hava spurt hann, hví hann sigur seg vera føddan 31. desembur 1996, tá ið hansara veruligi føðingardagur er 14. november 1987.


Yusupha Yaffa, sum nú spælir við Duisburg í næstbestu týsku deildini, skal fyri ein ungdómsrætt í Torino 21. apríl. Har hevur hann eitt nú innkallað sín fyrrverandi venjara, Filippo Inzaghi, sum vitni at prógva sín veruliga aldur, sum hann tvíheldur um er 19.