Hetta havi eg sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, nakrar spurningar um, nú vit nærkast hálvum september og besta árstíð fyri vegarbeiði er farin at halla.
Fyri vanlig fólk er tað ikki so lætt at skilja, at arbeiðið enn ikki er gjørt. Tørvurin á ábótum er sera eyðsýndur fyri øll, sum ferðast ígjøgnum økið til gongu, á súkklu, við vogni og í akfari. Hetta er ein farleið, har meira enn 6000 bilar koyra dagliga og ávirkar hetta tí ábæru ferðsluna nógv.
Verkætlanin hevur havt játtan á fíggjarlógini bæði í 2024 við 2 mió og í 2025 við 500 túsund afturat, og er enn ikki framd. Talan er um løgujáttanina "Nýggir landsvegir".Teksturin fyri tær játtaðu 2 mió kr. í fíggjarlógini fyri 2024 var: “Asfaltering: Játtaðar verða 2 mió. kr. til at gera gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv”. Teksturin fyri tær 500 túsund í 2025 var: “Játtaðar verða 500 tús kr. til at fremja útbodnu verkætlanina gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv.”
Hetta er tingsins vilji, og í fjør varð verkætlan bjóðað út, men tó ikki framd. Aftur í ár hevur okkurt útbjóðingarvirksemi verið, men sum skilst hevur eingin maskina enn verið at sæð í økinum, og nú er heystið aftur her.
Nógv meira átti at verið játtað, so at fleiri av teimum góðu hugskotunum fyri ferðsluna í økinum kunnu verða framd í verki. Eisini fleiri beinleiðis ferðslutálmandi átøk. Men hesar 2,5 mió til at bøta gongubreytirnar og kantsteinarnar eru so til eitt minstamark av viðlíkahaldi, sum undirritaða heldur eigur at vera gjørt alt fyri eitt, sum liður í at skipa økið, meðan arbeitt vónandi verður víðari við samferðsluni í økinum.
Tí havi eg sett landsstýrismanninum hesar spurningar:
1. Hvussu gongur at fyrireika arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv?
2. Nær verður arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv framt, og hvat ella
hvørji øki fevnir arbeiðið um?
3. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, tá um samferðslumynstrið við Gøtugjógv
ræður, og ætlar hann at fáa játtan til vega til fleiri átøk til batar fyri ábæru ferðsluna í økinum
á fíggjarlógini fyri 2026?
Eg gleði meg til svarini, sum kunnu væntast um 10 dagar, og serliga nógv gleði eg meg til alt tað neyðuga arbeiðið er framt!
Spurningar og viðmerkingar kunnu lesast á heimasíðuni hjá løgtinginum: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11271
Hanna Jensen, løgtingskvinna