Upprunin til orðaskiftið var, at ein "nýggjur" løgtingsmaður - Kaj Leo Johannesen - hevði kannað og funnið fram til ta "genialu" sannføring, at um vit keyptu samlaðu mjólkanýtsluna í Føroyum úr Scotlandi, so vóru einar 20 mió. kr. at spara hjá "barnafamiljunum"!
Bóndin Rólvur Djurhuus vísti á, at tá Løgtingið við samtyktini av fíggjarløgtingslógini fyri 2003 hevur lækkað studningin til jarðarbrúkið - bøndurnar -, so mátti mjólkarprísurin hækka tilsvarandi fyri at fáa javnvág í dagliga húsarhald teirra!
Hann vísti millum annað á, at tað ikki var so einfalt at umseta prísin í Skotlandi til føroysk viðurskifti, tí talan mátti vera um prísin aftan á fluttningsútreiðslur, tollavgjøld v. m., men tað hevði Kaj Leo onga viðmerking til!
Spurningurin var síðan, um so almennur studningur skuldi tryggja "rímuligan" mjólkaprís, ella hvussu?
Her talaði Kaj Leo um neyðugar rationaliseringar innan jarðarbrúkið, men hvat har skuldi til, tað kom hann als ikki inn á. Annaðhvørt vildi hann ikki, ella tordi hann ikki, ella visti hann ikki, hvat skal til, ella hevur hann, sum tað mest sannførandi, helst í høvuðsheitinum ikki ánilsi um, hvussu almennu bóndabrúkini verða umsitin í gerandisdegnum!?
Kaj Leo helt fyri, at mjólkin var nú so kostnaðarmikil, at foreldur heldur keyptu sodavatn í staðin fyri mjólk!!!
Kaj Leo ivaðist ikki í, at nú talan var um avskriving - sanering- av skuld hjá bóndunum, so skuldu barnafamiljurnar gjalda gildið!!??
Um her er talan um vantandi vitan, ella talan var um " provokatión", var so nakað høpi í?
Sambært niðurstøðuni hjá bóndanum Rólvi Djurhuus um javnvág í rakstri, so kann spyrjast, um gjørdu íløgurnar eru útroknaðar og játtaðar av Jarðarráðnum í mun til, hvat ein bóndagarður av kendu stødd kann bera!! Neyvan!! Og hví er so neyðugt við avskrivingum eftirgevingum?
Men spurningurin er so:"Hví skal mjólkin ikki hækka í prísi eins og alt annað í sambandi við lønarhækkingar í landinum?"
Hví skulu foreldur - barnafamiljur - í hesum einasta føri spara, tí mjólkin er hækkað við kr. 0,50 fyri liturin? Hvat er meðni orsøkin til, at vit í góðum árum kenna trongd til at seta okkum í búgv, fáa konu og børn, og fáa okkum hóskandi starv fyri at evna og føða okkum sjálvi og okkara familju??
Í mun til samlaðu hækking í inntøkuni í landinum, so krevja og ynskja vit hægri løn, hvør í sínum lagi, og í tí samanhangi verður eingin afturúr sigldur í mun til, hvussu støðan var frammanundan.
Men hvør varnast, um rúsdrekka, sigarettir ella oljuprísir hækka ? Tí: drekkast má-roykjast má og koyrast má!
Gott er at hava øvundsmannin. Gud náði hann, ið harmaður verður!
Fyri árum síðan var tað ein frammíhjárættur at vera borin til ein bóndagarð. Hetta var ikki nakað, har ein kundi taka seg til rættis. Men samstundis sum bóndin sat tryggur á høvuðsmatframleiðsluni, og harvið hevði stórt vald - hevði arbeiðsplássini, hevði ráð til útróðrarbátin, hevði ráð til at keypa sær vitan og mentan við bókakeypi og ljóðføri, so var hansara tilvera í mun til meðmenniskjuni samstundis treytað av hansara menniskjaliga verumáta og hugsunnarhátti!
Mangur hóttaði sær væl, annar illa!
Í dag er henda mynd grundleggjandi broytt. Men tað er stórur munur á dugnaskapi hjá bóndum, hóast møguleikarnir eru nærum eins. Tað síggja vit á framleiðslu, røkiskapi og á skattalistanum!
Sum omanfyri nevnt, so má haldast, at ongin øvundar bóndanum, men um hann í skrift og í gerandisdegnum, sum vit av og til eru vitni til, vil verða harmaður, so má eg siga sum í seinna parti av omanfyri nevnda orðataki: Guð náði hann!