Hvussu nógvar bygdir í Føroyum hevur tú vitjað?

Sannleikans løta er komin - royn teg nú

Hvussu nógvar bygdir í Føroyum hevur tú vitjað? Tað kann fyri summi vera ringt at telja og halda skil á, men á heimasíðuni Listchallenges er ein roynd, har tú kanst krossa bygdirnar av og samanbera samlaða talið við aðrar brúkarar.

 

Sambært hagtølunum til royndina hava fleiri enn 3.000 fólk longu roynt seg síðan hósdagin. Á Facebook hevur hendan avbjóðingin eisini havt góðan viðvind og er blivin deild ofta.

 

Tað er Sólfinn Hansen, ið hevur lagt hesa royndina út. Hann hevur eisini eina aðra roynd, sum snýr seg um, hvussu nógvar av føroysku oyggjunum, mann hevur vitjað. Royn teg her: Føroysku Oyggjarnar.

 

Her ber til at royna seg í royndini um bygdir í Føroyum: Hvussu nógvar bygdir í Føroyum hevur tú vitjað?