Í annað kvøld verður almennur fyrilestur á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni um, hvørjar ávirkan dálkaður matur úr havinum hevur á børn. Fyri ári síðani varð niðurstøða av gransking í Føroyum almannakunngjørd, sum sýndi, at samband er millum kviksilvurnøgdina í móðurlívi og heilabúningina hjá sjey ára gomlum børnum.
Vit hava leingi vitað, at súgdjór í Norðurhøvum eru dálkað bæði av kviksviluri og av mannagjørdum lívrunnum evnum so sum PCB. Seinastu 12 árini hava í føroyska heilsuverkinum verið gjørdar kanningar av børnum til tess at staðfesta, um eitrandi árin stendst av at eta grind og spik. Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, greiðir í fyrilestrinum í Nóatúni frá hesum kanningararbeiði.
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri fyrilestrinum, sum er almennur. Fyrilesturin verður í annaðkvøld kl. 20.00.