Jógvan Isaksen
Sonja Schneider: Leiðarljós. Høvundurin teknaði permu og myndir. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1997. 137 s.
Skaldsøgan »Leiðarljós« fer fram í einum ævintýrkendum heimi, har gott og ilt berjast ímóti hvørjum øðrum. Kort er við bókini og somuleiðis navnalisti, og nøvnini minna ikki sørt um tey í »Hobbanum« (finst á føroyskum í týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur íblástur komin haðani. Í hesum er einki skeivt, tí tann gyklaði heimurin hjá Tolkien er so ríkur og er grundaður á so almenniskjaligar dreymar og hugmyndir úr ymiskum gudalærum, at rúm er fyri upp í leypar av skaldsøgum innan somu karmur. Hesir leypar av skaldsøgum eru sanniliga eisini komnir út, síðani Tolkin av álvara gjørdi vart við seg í miðjum 50?unum, og nú er ein mitt úr slagnum skrivað á føroyskum.
Sonja Schneider letur søguna leggja mitt í vaðið uttan inngang. Kortini hevur lesarin eftir fáum reglum fingið at vita, at Miriam og Arvil í kavaveðrinum leita eftir einum bergholið, so tey sleppa ígjøgnum fjalli, at eitt kríggj er brostið á fyri nøkrum árum síðani, og at tey flýggja undan surpatunum, sum eru hermenn úr Non Surgod. Børnini er um tólv ára aldur, hava sitið í fangalegu í fýra ár, eftir at heimbygdin varð niðurbrend, og tað mesta fólkið dripið. Nú eru tey rýmd undan kúgarunum og ætla sær til dreymalandið Nam Siliam.
Bergholið verður funnið og somuleiðis ein eydnusælur heimur inni í fjallinum, har Tey Elstu búgva. Hesi eru eitt slag av varðeinglum, sum eru ósjónlig, uttan tá ið tey vilja vísa seg. Hiðani fara børnini út aftur í tann stríðandi heim at leita eftir slekt og vinum og at hjálpa til ímóti einræðisharranum Nimrod og hansara hermonnum. Og eftir sorg og vónir, vandar og sigrar verður endin, sum hann eigur at vera.
»Leiðarljós« er ikki á Tolkien-støði - minni enn so - men kortini í mangar mátar eitt fittligt ævintýr í forvitnisligum umhvørvi. Málburðurin er lættur, men í støðum eitt sindur fábroyttur, tí sama lýsingarorð verður brúkt fleiri ferðir.
Sjónarhornið er hjá børnunum báðum, men viðhvørt fær lesarin upplýsingar, sum børnini ikki kenna, og hendingaferð verða børnini gloymd eina løtu, meðan onnur skifta orð. Somuleiðis rekast smáar andsøgnir uppi í frásøgnini. Ein er, har børnini siga frá oyðanini av heimbygdini, har tað fyrst stendur, at hermenninir »Drupu øll, bæði menn og konur og børn«, og fáar reglur seinni: »og nógv fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl.
»Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær um somu tíð. Nógv verður sagt um klæðini hjá børnunum, hvat tey eta og hvussu tey sova. Tí stóra samanhanginum verður lítið og einki greitt frá. Hvørki politiskt ella átrúnaðarliga, hóast gudshús við kupli fleiri ferðir verða nevnd. Kanska er hetta partur av sjónarhorninum, men tað veitir lesaranum eina kenslu av um somu tíð at fáa nógv at vita - viðhvørt ov nógv - og ov lítið at vita.
Hermenn og dráp verða tíðum havd á lofti, men ikki fyrr enn móti endanum gerst lesarin greiður yvir, hvørji vápn hesir hermenn hava. Vit eru í einari tíð, sum minnir um okkara miðøld, og hóast skotvápn ikki verða brúkt í søguni, so verður longu á fyrstu síðu sagt um bergholið, at tað ikki eru menniskir, ið hava sprongt tað. Spreingievni finst sostatt í hesi verð, hóast eingin tikist at brúka tað sum vápn. Enn einaferð: søguheimurin er ótýðuligur.
Drongurin, Arvil, vil hevna tann dripna pápan, meðan Tey Elstu leggja honum eina við, at sleppa hevndarhuginum. Hetta lukkast honum eisini, men bara tí, at øll tey, sum hann er saman við, eru so yvirmenniskjaliga góð. Tá ið tey stríðast ímóti monnunum hjá Nimrod, verða teir í næstan øllum førum bara slignir niður og bundnir. Hóast hesir hava dripið, brent og neyðtikið, eru tey góðu so góð, at tey ikki vilja teimum nakað ilt. Teir kunnu jú hava konu og børn heima í Skuggamyrkursins Ríki.
Her gerst tað fitta, tað lærandi og uppalandi hesum lesaranum ovboðið. »Lord of the Rings« rennur fram fyri hann, og um Gandalf, Frodo, Gimli, Aragorn og hinir hugsaðu nógv um familjuna hjá orkunum, tá ið teir stríddust fyri lívinum ímóti búrkroppunum. Hjá Tolkien skalt tú eisini ansa tær, tá ið tú kemur í samband við vald og óndskap, at hetta ikki máar støðið undan tær, men hjá enska høvundinum er fyribrigdi fløktari enn hjá Sonju Schneider.
Samanumtikið vil eg kortini siga, at tað er stuttligt, at vit hava fingið hetta slagi av fantasy-bókum innan føroyskar bókmentir. Somuleiðis ivist eg onga løtuna í, at børn á 10-12 ára aldri fara at meta »Leiðarljós« sum eina bæði spennandi og hugvekjandi skaldsøgu.