Tað upplýsir ein talsmaður hjá IOC fyri AFP.
Klagan er latin inn av mannarættindafelagsskapinum FairSquare, sum heldur, at Infantino fleiri ferðir hevur brotið reglurnar um politiskt óheftni.
Sambært FairSquare hevur FIFA-forsetin alment víst amerikanska forsetanum Donald Trump politiskan stuðul.
IOC sigur tó, at etiska nevndin hevur gjøgnumgingið klaguna og er komin til ta niðurstøðu, at hon ikki hevur heimild at viðgera málið.
– Klagan fellur uttan fyri arbeiðsøkið hjá etisku nevndini hjá IOC, sigur talsmaðurin.
FairSquare vísir millum annað á, at Infantino í desember handaði Trump fyrstu friðarvirðislønina hjá FIFA og rósti honum fyri at hava gjørt eitt „serstakt og óvanligt“ arbeiði fyri friði.
Felagsskapurin vísir eisini á eitt mál undir HM-endaspælinum, har FIFA strikaði eina leikbansdóm móti amerikanska áleyparanum Folarin Balogun.
Donald Trump hevur alment sagt, at hann ringdi til Infantino fyri at fáa FIFA at endurskoða avgerðina um leikbannið.











