Eina løtu nú seinnapartin lúrdi møguleikin fyri, at Víkingur fór at hava møguleika í annaðkvøld at vinna FM heitið á Skála.
Soleiðis var tað, tá ið støðan millum 07 Vestur og KÍ framvegis var málleysur javnleikur, og tað vóru møguleikar í báðum endum.
So gekk tað soleiðis, sum tað so ofta ger, tá ið annað liðið er stórur favorittur. Í 66. minutti skoraði KÍ til 1-0, sum vísti seg at vera sigursmálið. Málskjútti var toppskjúttin Páll A. Klettskarð, sum dygst undir málinum stýrdi bóltin í málið, eftir álop í høgru og flatt innlegg frá Jóannesi K. Danielsen.
Klaksvíkingar noyddust at arbeiða nógv fyri sigrinum. Tríggjar tær undanfarnu ferðirnar hevur 07 Vestur lagt rygg til stór tap, og fyri viku síðani var yvirskriftin eftir 3-0 tapið á hemavølli ímóti B36, at nú var 07 Vestur farið í vetrarfrí.
Í dag vóru vágamenn væl upplagdir. Teir arbeiddu væl, og teir spældu seg til onkran heilt góðan møguleika, sum kundi havt leiðslumálið við sær. Eitt nú tá ið eitt lítið korter var farið, og Oddur í Haraldstovu Petersen, sum í dag var fremsti maður, meðan Filip Brattbakk og Emil G. Pedersen vóru í hvør sínum borði, var leysur heilt stutt úr málinum.
Seinastu ferðirnar hava tað ikki verið so nógvar broytingar á liðnum hjá KÍ. Í dag vóru René Shaki Joensen og Mads Bo Mikkelsen ikki tøkir, og Espen Haug broytti uppstilling soleiðis, at tað vóru tríggir miðverjan – Heini Vatnsdal, Odmar Færø og Alexander Berntson. Hallur Hansson og Albert Ejupi vóru sentralir miðvallarar, og Jóannes K. Danielsen og Claes Philip Kronberg vóru vongverjar.
Uppspælið hjá KÍ riggaði ikki væl í fyrra hálvleiki, tá ið ágangandi heimamenninir ikki so sjáldan vóru í yvirtali á sentrala miðvøllinum. Hetta bar við sær, at KÍ liðið eftir steðgin varð broytt. Beinanvegin eftir hvíldina varð Deni Pavlovic settur á sentrala miðvøllin í staðin fyri miðverjan Alexander Berntson, og tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal avloystu Børge Petersen og Patrick Da Silva ávikavíst Heina Vatnsdal og Claes Philip Kronberg.
Fýra minuttir undan leikloki sá Odmar Færø beinleiðis reytt kort, tá ið hann dygst uttanfyri brotsteigin og mitt fyri málinum brúkti neyðbremsuna. Emil G. Pedersen sendi við frísparki bóltin dygst skeivu megin stólpan, og so eydnaðist tað ikki 07 Vestur at fáa nyttu burturúr, at tað vóru ellivu á heimaliðnum, meðan gestirnir vóru tíggju.
Leikliga var hetta ikki besta avrikið hjá KÍ, men klaksvíkingar arbeiddu fyri søkini, og nú hava teir 60 stig. Silvurkrónurnar eru um at vera komnar til høldar, og so fæst at síggja, hvussu tað verður við evarska lítla møguleikanum at røkka gullinum. Í annaðkvøld fer Víkingur út á Skála.
07 Vestur hevur tapt fýra ferðir á rað, men hugburður og avrik í dag kundu boðað frá, at tað er møguleiki fyri at okkurt stig aftrat fer at koma til høldar. 07 Vestur fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti HB, og fríggjadagin fær KÍ vitjan av NSÍ.
07 Vestur – KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Páll A. Klettskarð 66.
Dómari: Áki Leitisstein Hansen
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Hans Erik Gunnarsson – Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Amer Ordagic – Emil G. Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Filip Brattbakk
KÍ: Mark F. Jensen –Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Alexander Berntson – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken
Víkingur | 23 | 21 | 0 | 2 | 66 | 12 | 63 |
KÍ | 24 | 20 | 0 | 4 | 49 | 20 | 60 |
HB | 24 | 17 | 1 | 6 | 49 | 21 | 52 |
NSÍ | 24 | 13 | 2 | 9 | 52 | 36 | 41 |
B36 | 24 | 10 | 7 | 7 | 51 | 39 | 37 |
07 Vestur | 24 | 8 | 3 | 13 | 28 | 54 | 27 |
EB/Streymur | 24 | 7 | 1 | 16 | 29 | 44 | 22 |
Skála | 23 | 5 | 3 | 15 | 26 | 50 | 18 |
B68 | 24 | 4 | 5 | 15 | 17 | 42 | 17 |
ÍF | 24 | 1 | 4 | 19 | 22 | 71 | 7 |
Mánadagin 30. september
Skála – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30