Í dag varð Havnin volað

B36 tapti fyri fyrstu ferð í ár, og HB tapti í Gundadali ímóti AB, sum nú er leyst úr botninum

Tað vóru ikki toppliðini, sum vunnu í dag. Tað er sjáldan, at tað kemur fyri, at bæði B36 og HB tapa, men soleiðis var tað í dag.

B36 spældi stóran part av tíðini EB/Streymur sundur og saman við Margáir, har heimaliðið legði stóran dent á at verja. B36 hevði møguleikar, men enn eina ferð vísti René Tórgarð, at hann framvegis er ein tann stinnasti málverjin í landinum, og so endaði tað við, at EB/Streymur vann 1-0. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum miðskeiðis í 2. hálvleiki tamdi bóltin við bringuni, áðrenn hann heilfluktaði bóltin í málið.

Síðstu løtuna royndi B36 at spenna álopsbogan, men tað var EB/Streymur, sum hevði størsta møguleikan, tá ið Hans Pauli Samuelsen var leysur ímóti Tórði Thomsen, sum stórbjargaði.

Hetta er fyrsta ferðin í ár, at B36 fer av vøllinum uttan úrtøku.

 

Fyri fyrstu ferð, síðani hann eftir kappingarlok í fjør og eftir at hava vunnið FM heitið, fekk at vita, at hann ikki fór at halda fram sum HB venjari, var Oddbjørn Joensen í dag gestur hjá HB.

Gott lag er á Oddbirni Joensen og í AB leguni, tí argjamenn eru á veg úr Gundadali við 2-1 sigri. HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað var AB, sum eftir stórt korter legði seg framum. Jobin Drangastein skoraði, eftir at Sandri Færø, sum í summarsteðginum flutti úr B36 og út á Argir, spældi hann leysan.

 

Tá ið innskifti Poul Ingason eitt stórt korter eftir steðgin javnaði við stútara eftir innlegg úr høgru frá Jógvan Róa Davidsen, kundi tað bent á, at HB fór at reisa seg. Soleiðis var tað ikki. AB skoraði sigursmálið smáar tíggju minuttir undan leikloki. Innskifti Mikkjal T. Hentze setti úr spískum í vinstru bóltin framvið Teiti M. Getsson og í málið. Hegnisliga uppspælið átti Jógvan Skeel Nolsøe. Felags fyri teir báðar – Mikkjal og Jógvan – er, at teir áður hava spælt í HB.

AB sigurin ber við sær, at tað nú eru fimm stig frá AB á áttanda plássinum og aftur til Skála, sum er á 9. plássi.

 

Í Klaksvík endaði tað 2-2 millum KÍ og NSÍ. Árni Frederiksberg setti hol á fyri NSÍ eftir hegnisligt uppspæl, men undan steðginum svaraði KÍ tvær ferðir aftur. Páll A. Klettskarð javnaði við brotssparki, eftir at vongverjin í høgru Gunnar Christiansen varð feldur, og Heðin Klakstein legði við stútara KÍ framum.

Eftir steðgin legði NSÍ heimaliðið undir trýst stórar partar av tíðini. Men tað var ikki fyrrenn fram ímóti dystarenda, at tað eydnaðist at javna. Málskjútti var innskifti veteranurin Christian Høgni Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð í trý ár var á liðnum hjá barndómsfelagnum.

 

17. umfar

Skála-B68 1-0 (0-0)

1-0: Pætur Dam Jacobsen 70.

 

KÍ-NSÍ 2-2 (2-1)

0-1: Árni Frederiksberg 15.

1-1: Páll A. Klettskarð br 22.

2-1: Heðin Klakstein 40.

2-2: Christian Høgni Jacobsen 87.

 

EB/Streymur-B36 1-0 (0-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 77.

 

HB-AB 1-2 (0-1)

0-1: Jobin Drangastein 16.

1-1: Poul Ingason 62.

1-2: Mikkjal Hentze 83.

 

Støðan

B36 40

HB 33

Víkingur 26

EB/Streymur 26

NSÍ 22

KÍ 21

ÍF 20

AB 17

Skála 12

B68 9

 

Mánakvøldið

ÍF-Víkingur kl. 18.30

18. umfar

Fríggjadagin 8. august

KÍ-B68

Sunnudagin 10. august

Skála-HB

B36-NSÍ

AB-ÍF

Mánadagin 11. august

Víkingur-EB/Streymur

 

---

 

LIÐUGT

1-0

B36 hevur tapt fyri fyrstu ferð í ár!

1-0

EB/Streymur er leikliga omaná. Hans Pauli Samuelsen hevur havt risa møguleika, men Tórður Thomsen bjargaði. Arnar Dam hevur avloyst Leif Niclasen.

 

3 minuttir lagdir aftrat.

90) 1-0

B36 roynir at pressa, men tað gongst teimum illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Adeshina Lawal var um reppið at skora, men Marni Djurhuus ofraði seg totalt og taklaði til innkast!

 

85) 1-0

Adrian Cieslewicz er komin inn á B36 liðið í staðin fyri Klæmint Matras.

Símun Joensen er komin inn á B36 liðið í staðin fyri Alex Mellemgaard.

B36 spennir álopsbogan!

 

82) 1-0

Nú er málskjúttin Arnbjørn Hansen farin av vøllinum. Hann var púra útlúgvaður, tá ið Hanus Olsen loysti hann av. Hanus er á miðvøllinum, og fremsti EB/Streyma maðurin er nú Leif Niclasen.

 

80) 1-0: Arnbjørn Hansen 78.

B36 hevur havt bóltin so nógv tann størsta partin av tíðini, men nú hevur EB/Streymur lagt seg framum.

Sum ikki eina ferð so var tað Arnbjørn Hansen, sum skoraði. Hann tamdi bóltin við bringuni, áðrenn hann heilfluktaði við vinstra beini, og bólturin sat í netinum.

 

70) 0-0

B36 trýstið er øgiliga stórt, og René Tórgarð hevur nógv at gera, tá ið hann bjargar atsóknum frá mótstøðumonnunum, og tá ið hansara egnu eru um at gera sjálvmál.

Rógvi Poulsen er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson.

 

65) 0-0

B36 hevur bóltin mest sum alla tíðina, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa mál.

Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið fyri fríspark.

 

55) 0-0

B36 hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, og samanspælið riggar væl, men tað gongur striltið at spæla seg til málmøguleikarnar, sum eru størstir, tá ið horna verða løgd innfyri. Eftir horna og stútara bjargaði Arnbjørn Hansen til nýtt horna!

 

50) 0-0

Sama undirhald sum í 1. hálvleiki, hóast tað framvegis er málleyst. Eftir horna úr høgru misnýtti Lukasz Cieslewicz úr góðari støðu, og so var tætt við, at Arnbjørn Hansen skoraði, eftir at hann og Hans Pauli Samuelsen høvdu samanspælt í skjótum mótálopi.

 

46) 0-0

Teir somu 22, sum vóru við frá byrjan, eru framvegis á vøllinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

45) 0-0 

40) 0-0

Eftir B36 kiks í uppspælinum sendi Jónas þór Næs Arnbjørn Hansen avstað. Úr spískum smekkaði Arnbjørn til, men enn eina ferð fór bólturin í uttaru síðuna av síðunetinum.

Og í hinum endanum var um reppið,at Hanus Thorleifsson skoraði, eftir at Alex Mellemgaard hevði lagt innfyri!

 

35) 0-0

B36 hevur havt stóran møguleika. Eftir horna var miðverjin Odmar Færø í góðari støðu, tá ið hann royndi seg við høvdinum, men stútarin kiksaði.

Nú er B36 meiri á bóltinum, og samanspælið riggar væl.

EB/Streymur er framúr vandamikið í skjótum mótálopum. Eftir B36 horna gjørdi René Tórgarð skjótt av, og tað var bara sentimetrar frá, at Hans Pauli Samuelsen, sum samanspældi við Leif Niclasen, skoraði.

 

33) 0-0

Serliga Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi er framúr væl upplagdur. Hann krúllar og sneiðir mótstøðumenninar av og spælir viðspælararnar leysar!

 

30) 0-0

Tað er framúr lívligt við Margáir. B36 hevur nógv og gott spæl, og EB/Streymur hevur havt risa møguleika at leggja seg framum. Eftir skjótt mótálop og frágera sending frá Hans Paula Samuelsen var Leif Niclasen púra leysur mitt fyri málinum, men hann legði bóltin við síðuna av málinum. Størsti møguleikin higartil!

 

20) 0-0

Hóast tað framvegis er málleyst við Margáir, so er tað sera lívligt, og fótbóltsspælið er gott.

Heimaliðið hevur ment seg nógv, og tað hava verið spentar støður frammanfyri málið hjá Tórði Thomsen.

 

10) 0-0

Tað er B36, sum hevur bóltin størsta partin av tíðini, meðan heimaliðið er mest í verjustøðu og bíðar eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

Eina ferð var Arnbjørn Hansen um reppið at sleppa leysur, og tá endaði tað við horna.

Lukasz Cieslewicz hevur eftir fínt samanspælt roynt seg í góðari støðu, men tað varð blokerað til horna.

 

5) 0-0

B36 hevur longu verið framvið eina ferð, og tað var sum ikki eina ferð Adeshina Lawal, sum royndi seg.

 

EB/Streymur-B36 kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Gert Hansen, Jóhannes Hansen – Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal

---

 

LIÐUGT

1-2

 

5 minuttir lagdir aftrat.

90) 1-2 

83) 1-2: Mikkjal T. Hentze

AB hevur enn eina ferð lagt seg framum í Gundadali. Jógvan Skeel Nolsøe legði bótin inn um HB verjuna, og innskifti Mikkjal T. Hentze rann frá verjuni og úr vinstru setti hann bóltin framvið Teiti M. Gestsson.

Heri Mohr er komin inn í HB álopið í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

 

80) 1-1

AB hevur nú skift báðar vongverjarnar út. Nú hevur Dan í Soylu loyst Beinir Ellefsen av.

 

75) 1-1

Nú hevur AB rættiliga kvaklast við í eina løtu. Miðverjin Dmitrij Jankovic var tætt við at skora eftir langt innkast.

Jónas Stenberg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Gert Drangastein inn á høgra vongverja hjá AB.

 

71) 1-1

HB hevur stórt trýst á AB, men nú var AB tætt við at skora. Miðvallarin Hørður Mohr smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Teit M. Gestsson.

Jobin Drangastein er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Mikkjal Hentze á AB miðvøllin.

 

66) 1-1

AB miðverjin Anders V. Brixen hevur sæð gula kortið.

 

63) 1-1: Poul Ingason

Eftir langt innlegg úr høgru var tað innskifti Poul Ingason, sum við handara stólpan stýrdi bóltin í AB málið.

 

60) 0-1

HB hevur stóra yvirvág, og AB hevur síðstu løtuna ikki verið frammanfyri miðstrikuna.

Poul Ingason hevur havt bestu royndina, men Heðin Stenberg bjargaði.

Tá ið Alex José dos Santos fór um koll í AB brotsteiginum vildu heimamenninir hava brotsspark, men tað var dómarin ikki samdur við teir í.

 

53) 0-1

HB hevur framt fyrstu útskiftingina. Pál Mohr Joensen er farin av vøllinum. Poul Ingason er komin inn. Tað ber boð um, at HB spennir álopsbogan uppaftur meiri. Jóan Símun Edmundsson, sum var framrættaður miðvallari, er nú á vinstra vongi.

 

46) 0-1

Teir somu 22, sum vóru við frá byrjan, eru framvegis á vøllinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

45) 0-1

Fram ímóti steðginum linkaði HB trýstið, og nú er tað langt millum møguleikarnar, sum ikki hava verið stórir. Spælið lagar seg heilt eftir treytunum hjá AB, sum er frammanfyri 1-0.

 

33) 0-1

AB heldur tætt í verjuni. HB hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað er torført hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar møguleikar. Eingin ivi er um, at tað er stórur saknur í leikbannaða liðformanninum og toppskjúttanum Fróða Benjaminsen.

 

30) 0-1

AB er vandamikið í skjótum mótálopum, og tað er HB, sum hevur bóltin mesta partin av tíðini. Besta møguleikan hevur Kristin R. Mouritsen havt, men Heðin Stenberg stórbjargaði.

 

17) 0-1: Jobin Drangastein 17.

So hevur AB lagt seg framum í Gundadali. HB hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, men AB hevur skorað. Sandri Færø fór við ferð fram eftir vøllinum, Jógvan Skeel Nolsøe yvirlappaði, og Jobin Drangastein stýrdi innlegginum í málið.

 

5) 0-0

Skaðar plága nógv, og harvið hevur HB bara fýra spælarar á beinkinum. Ein av teimum er eykamálverjin Tróndur Vatnhamar, og ein annar er René S. Joensen, sum ikki er heilt væl fyri.

 

HB-AB kl. 15.00

Dómari: Sigurd Kringstad úr Noregi

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Ales José dos Santos - Bartal Wardum, Jóan Símun Edmundsson, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Pál Mohr Joensen

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andras V. Brixen, Dmirtrij Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Hørður Mohr, Jobin Drangastein – Magnus Egilsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Sandri Færø

 

---

 

 

LIÐUGT

2-2 

90) 2-2: Christian Høgni Jacobsen

So er javnt í Klaksvík. Veteranurin Christian Høgni Jacobsen varð fyri løtu síðani skiftur inn í NSÍ álopið, og nú hevur hann sett bóltin í málið aftanfyri Meinhardt Joensen.

 

75) 2-1

NSÍ hevur sett KÍ undir øgiligt trýst, men higartil hevur tað ikki eydnast gestunum at spæla seg til stórar møguleikar. Spentar støður eru tó, tá ið tað verður lagt innfyri úr borðunum.

 

60) 2-1

Leikgongdin er tann sama, sum hon var undan steðginum. NSÍ royndi fyrstu minuttirnar eftir steðgin at leggja trýst á, men KÍ vardi væl fyri, og nú gongur javnt á. Veteranurin Christian Høgni Jacobsen er komin á NSÍ liðið í staðin fyri Jann Martin Mortensen.

 

HÁLVLEIKUR

2-1

 

45) 2-1

Talan er um tætta uppgerð í Klaksvík. Einstakar upplagdar støður hava verið, og tað er lagt upp til sera spennandi 2. hálvleik.

 

40) 2-1: Heðin Klakstein

So hevur KÍ lagt seg framum fyri fyrstu ferð í dag. Málskjútti var minsti maður á vøllinum, Heðin Klakstein, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Páll A. Klettskarð hevði lagt útfrá.

 

25) 1-1: Páll A. Klettskarð br.

Nú er aftur javnt í Klaksvík. Vongverjin í høgru Gunnar Christiansen varð feldur í gjøgnumbroti, Petur Reinert peikaði á ellivu metra blettin, og liðformaðurin Páll A. Klettskarð umsetti brotssparkið til mál.

 

Tað gongur rættiliga javnt á!

 

15) 0-1: Árni Frederiksberg

So hevur NSÍ lagt seg á odda í Klaksvík. Eftir fínt uppspæl og innlegg var tað Árni Frederiksberg, sum hegnisliga setti bóltin í málið.

 

10) 0-0

Tað er friðarligt í Klaksvík, har talan ikki enn hevur verið um upplagdar málmøguleikar.

 

KÍ-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Ivan Joensen, Heðin Klakstein -Rodrigo Silva, Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen