Tað er Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um eftirlit við rúsevnum.
Hon spyr soleiðis:
1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið, kannaði gjølla fyri rúsevni?
2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?
3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kannaði?
4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan varðar av?
Í viðmerkingum til spurningarnar vísir Annika Olsen á, at rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tanneinstaka.
– Saman við mongdunum av rúsevnum í býarlívinum er úrslitið eisini ofta harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit nærum dagliga í miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini v.m., sigur hon.
– Herfyri varð dómur sagdur í Føroya Rætti fyri fyrstu ferð um rúsevnið 5 FMDMB-PINACA. Hetta er eitt sterkt rúsevni, sum kann samanberast við kokain og amfetamin. Tað, sum eisini kom fram í málinum var, at tann dømdi eisini hevði eina gasspistól og lóður til hennara umframt knúgvajarn við innbygdari streymbyrsu. Ein
kann bara ímynda sær, hvat hetta skal brúkast til, og tað er alt annað enn hugnaligt.
– Fyri at vita, hvussu vit kunnu hava fullkomið eftirlit við landamørkunum bæði
sjóvegis og loftvegis verða hesir spurningar settir, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna, í fyrispurninginum til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.











