Í juni byrjar nakað, tú ikki kanst skrolla framvið

Tað er nakað serligt við teimum støðunum, vit ganga framvið hvønn dag.

 

Somu gøtur. Somu hús. Somu veggir.

 

Vit síggja tey ikki longur.

 

Ikki ordiliga.

 

Ikki fyrr enn okkurt broytist.

 

Tá steðgar tú.

Hyggur eina eyka ferð.

Og merkir nakað, tú ikki visti, at tú saknaði.

 

Ein kensla av lívi.

Av nærveru.

 

Ein kensla av, at hetta gevur nakað..

 

Hvat gera 10+ ár uttanlanda við fólk?

Tá eg seti meg niður við Hergeir Staksberg, er tað júst henda kenslan, hann tosar um. Ikki sum ein strategi. Men sum ein tørvur.

 

“Eg havi búð í Keypmannahavn, London, Aberdeen og Barcelona. Og eg havi fjakkað í Suðuramerika í eitt hálvt ár,” sigur hann.

 

“Tað ger okkurt við teg. Tú sært býir, møtir fólk, tankum og eini mentan, har list er ein partur av gerandisdegnum. Ikki sum nakað, tú fert eftir, men nakað, tú livir mitt í.”

 

Hann steðgar eitt lítið bil.

 

“Og so kemur tú heim… og tú hugsar: hví hava vit ikki meira av hesum í Føroyum?”

 

At brúka er passivt – at skapa er aktivt

 

Hann hevur verið við til at sett nógv í gongd. Tiltøk, sum hava savnað fólk. Skapt lív. Skapt løtur.

 

Men hetta er nakað annað.

 

“Flestu brúka mentan,” sigur hann. “Men tað er nakað heilt annað at skapa hana. Tað fyrra er passivt. Tað seinna er aktivt”

 

Og tað er júst har, nógv steðga.

Tí tað krevur nakað.

 

At tú ikki bíðar, men at tú byrjar.

 

We Need Art er einfalt at forklára.

 

Altjóða viðurkend listafólk koma til Føroyar.

Tey skapa veggjamálaríir í almenna rúminum.

 

Tað er ókeypis at njóta listina. Onki atgongumerki krevst.

Hetta er fyri øll. Og tað er opið 24 tímar um døgnið.

 

Ikki stutttíðar installatiónir.

 

Men verk, sum blíva verandi í fleiri ár.

 

Á veggum, tú gongur framvið hvønn dag.

Støð, sum knappliga fáa eina nýggja meining.

 

Men tað snýr seg ikki bara um list.

 

Tað snýr seg eisini um eitt mótsvar.

 

##med2##

 

Í eini tíð, har nógv av okkara lívi fer fram á skermum. Har algoritmurnar hála í okkum. Har uppmerksemið er tað øll kappast um.

Har vit skrolla víðari, áðrenn nakað fær tíð at festa seg.

 

Her er ongin skroll.

 

“Her mást tú steðga,” sigur Hergeir.

“Her mást tú vera til staðar. Hetta er list skap av menniskjum til menniskju”

 

Orðið spjaðir seg

 

Tað áhugaverda er, at hóast We Need Art byrjar í juni, so er merkist áhugin longu nú.

 

Listafólk venda sær til okkara.

Ikki tí tey verða biðin.

Men tí tey vilja vera við.

 

“Tey skriva sjálvi,” sigur hann. “Og tað eru knasandi dugnalig fólk.”

 

Tá byrjar tú at skilja:

At hetta saktans kann blíva til eitt vørumerki fyri Føroyar.

 

Tey, sum ikki føla seg heima í Føroyum

Men kanska er tað týdningarmesta ikki sjálv listin.

 

Men heldur hvør sleppur framat henni.

 

“Tað eru nógv ung, sum ikki kenna seg heima nakrastaðni,” sigur hann.

“Ikki í tí traditionella ítróttinum. Ikki í klassiskari list.”

 

Og tá kann tað kennast, sum tú ikki ert partur av felagsskapinum.

 

Men street art er nakað annað.

 

Tað spyr ikki, hvør tú ert.

Tað krevur ikki eina útbúgving.

Tað byrjar bara.

 

“Vit vilja geva teimum eitt stað,” sigur hann.

“Eitt stað, har tey kunnu finna sína rødd.”

 

Eitt startskot

 

Tí er hetta ikki bara veggir.

 

Hetta er eisini verkstovur.

 

Har ung sleppa at arbeiða saman við altjóða listafólkum.

Fáa íblástur.

Síggja møguleikar.

Læra handverkið.

Fáa konkret amboð.

 

Men tey fáa eisini eitt prógv.

Eitt navn á einum CV.

 

Sum vísir, at tey hava arbeitt saman við einum listafólki á altjóða støði.

 

Og kanska fyri fyrstu ferð hugsa:

“Hetta kundi eisini verið eg.”

 

The Wall

 

Tá eg spyrji hann, hvat manglar nú, svarar hann uttan at hugsa seg um.

 

“Veggir.”

 

Og kanska er tað júst tað, sum ger hetta so sterkt.

 

At tað er so einfalt.

 

Kanska stendur tú við einum veggi.

Einum skjøldur, tú ongantíð hevur hugsað meira um.

 

Men sum kundi klætt eina andlitsviðgerð.

 

Hevur tú:

 

  • ein vegg ella skjøldur
  • uttan vindeygu
  • og ert tú klár/ur at lata hann standa sum list í minst 5 ár

 

so vilja tey hoyra frá tær.

 

Fyritøkur eisini. Um tit hava okkurt, tit vilja prýða, so er bara at siga til.

 

Í fyrstu atløgu halda vit okkum til Tórshavn, har eisini Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul í ár.

 

Send ein mail á weneedartfo(at)gmail.com, um hetta er nakað fyri teg.

 

Set X við Juni

 

Men í veruleikanum snýr tað seg ikki bara um veggir.

 

Tað snýr seg um eitt val.

 

At síggja nakað, sum onnur ikki síggja enn.

 

At trúgva upp á, at ein tómur veggur kann fáa lív.

 

At býurin, tú heldur, tú kennir,

kann broytast. Uttan at flyta seg.

 

Alt sum skal til,

er at onkur byrjar.

 

Og í juni…

 

byrjar tað.