Tað sigur Hergeir Staksberg, sum er stigtakarin til tiltakið We Need Art.
– Tú kennir helst legendarisku ólavsøkuplakatirnar, trøllini, fuglarnar, fiskarnar og allar teir festligu figurarnar.
Tað er okkurt deiliga fjálgt og menniskjaligt við listini hjá Janusi.
Hon fær teg at steðga á og kanna allar tær smáu detaljurnar.
Hon fær teg at trekkja upp á smílibondini.
Lesið eisini: Í juni byrjar nakað, tú ikki kanst skrolla framvið
Og minnast til, at hugflogið framvegis er á lívi.
Við sínum positiva og smittandi universi hevur Janus longu blást lív í fleiri veggir kring landið. Og nú verður næsti veggurin partur av We Need Art.
Vit gleða okkum sum smábørn at deila verkið við tykkum.
Mynd: Gwenael










