Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í fleiri umførum

Í kvøld er fundur millum Putin og Witkoff

- Fundurin er byrjaður, upplýsti Kreml á Telegram fyrr í kvøld

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í fleiri umførum

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, er í kvøld í Moskva á fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

- Fundurin er byrjaður, upplýsti Kreml á Telegram fyrr í kvøld.

 

Evnið á fundinum er at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

Russiskar tíðindastovur vita at siga, at versonur Donald Trump, Jared Kushner, eisini er við á fundinum.

 

Á russisku síðuni í Moskva eru eisini samráðingarmaðurin, Kirill Dmitriev og Kreml-ráðgevin, Jurij Usjakov.

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í fleiri umførum