Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fer í morgin á fund við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen skal á fund við NATO-leiðaran í morgin

Danska forsætisráðfrúan fer á fund við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte, í Brússel í morgin, skrivar DR.

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fer í morgin á fund við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fer í morgin á fund við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.

Tað váttar forsætismálaráðið fyri DR.

Forsætisráðfrúan fer tí at gista í Brússel eftir eyka toppfundin, sum var í kvøld.

Fundurin við NATO-aðalskrivaran kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár hevði fund við Mark Rutte.

Eftir fundin frættist, at Trump og Rutte vóru samdir um karmar fyri framtíðar avtalu um málið um Grønland.

 

/Ritzau/

 

 

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fer í morgin á fund við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix