Danmark hevur fingið fyrstu stigini í EM-millumbólki 1.
Í Boxen í Herning vann Danmark í kvøld 32-29 á Fraklandi í einum sera spennandi dysti. Í steðginum var Frakland á odda 12-11.
Tað leikaði javnt á allan dystin, men lukkutíð fyri Danmark syrgdi Emil Nielsen aftur fyri nøkrum avgerandi bjargingum seinastu løtuna av dystinum.
Mathias Gidsel var við níggju málum toppskjútti hjá Danmark. Toppskjútti hjá Fraklandi við sjey málum var Aymeric Minne.
Jóhan á Plógv Hansen kom inn fyri at taka trý brotskøst. Hann setti tvey tey fyrstu í netið, men brendi í triðju royndini.
Aftaná tvey umfør hevur Týskland fýra stig. Danmark, Portugal, Frakland og Noreg hava tvey stig hvør. Spania hevur einki stig.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
Frakland – Danmark 29-32
Leygardagin 24. januar:
14.30: Frakland – Portugal
17.00: Spania – Danmark
19.30: Týskland – Noreg
Mánadagin 26. januar:
14.30: Portugal – Noreg
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Frakland-Danmark 29-32 (12-11):
##med2##











