Hóast veðrið var eitt sindur illfýsið, so settust KÍ fjeppararnir ikki aftur. Teir vildu fegnir vera hjástaddir og síggja meistararnar vinna í Runavík og framvegis hava fulla úrtøku og einki mál hava ímóti sær.
Og stjørnurnar hjá fjeppararnum sviku ikki bláu viðhaldsfjøldina. KÍ vann 4-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
NSÍ legði rygg til trivaligt tap, men teir gulu og svørtu vístu, at nú er afturgongdin steðgað. Einar Tróndargjógv var í miðverjuni saman við Oddi Á. Højgaard og Meinhard Debes Geyta í 5-3-2 uppstilling. Pætur Hentze var vongverji í høgru, og Ati D. Petersen var í vinstru. Pætur Turiðarson Skipanes var skaddur, og á miðvøllinum var Kristian Andersen saman við Beinir Nolsøe og Mórits Heina Mortensen, og so vóru Aron Knudsen og Klæmint A. Olsen í álopinum.
Undir upphitingini varð tað greitt, at Odmar Færø var ikki førur fyri at spæla. Jesper Brinck varð settur í miðverjuna hjá KÍ, og liðið viknaði einki.
Stóri maðurin hjá sannførandi meistaraliðnum, sum nú er einsamalt oddalið, var Árni Frederiksberg. Hann legði í fyrra hálvleiki upp til bæði málini. Eftir horna úr høgru skoraði Jákup B. Andreasen úr stuttari fjarstøðu, og hann átti innleggið úr vinstru, tá ið Páll A. Klettskarð dygst undan steðginum økti um munin til 2-0.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var NSÍ onkra ferðina framvið, og tað er ikki fyrr í ár komið fyri, at mótstøðuliðið hevur verið so tætt við, sum tað var við. KÍ málverjin var noyddur at spíla seg út, og tað hevur hann ikki gjørt fyrr í ár.
Triðja málið skoraði akkurát innskifti Dmytro Lytvyn eftir horna frá Árna Frederiksberg, sum við fremra stólpa varð snittað víðari, og Árni Frederiksberg staðfesti 4-0 sigurin við langskoti.
-Tað var spell, at vit taptu 4-0, tí hetta var besta avrikið, sum vit hava víst higartil í ár. Taktiskt megnaðu okkara betri avrik, enn teir hava gjørt, og vit høvdu onkran møguleika. Vit hava ungt lið, og tað ræður um at menna liðið. Í dag vóru tríggir fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Teir arbeiða hart, og vit kunnu ikki rokna við meiri, enn at teir stríðast og spæla, og at tað fer at síggjast aftur á úrslitunum, sigur NSÍ venjarin Todi Jónsson.
-Vit roknaðu við, at tað fór at vera torført, og soleiðis var tað fyrstu løtuna. Tá ið tað eydnaðist at fáa hol á og so undan steðginum at økja um leiðsluna til 2-0, so kendu vit okkum av álvara hava fatur á tí, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.
-Vit hava fleiri ferðir fyrr í ár fingið mál ímóti okkum dygst undan steðginum. Í vikuni hava vit tosað um, at soleiðis skuldi tað ikki vera í kvøld, men tað var akkurát tað, sum hendi, og tað bar við sær, at mótbrekkan var brattari í seinna hálvleiki, sigur Todi Jónsson.
-
NSÍ – KÍ 0-4 (0-2)
0-1: Jákup B. Andreasen
0-2: Páll A. Klettskarð
0-3: Dmytro Lytvyn
0-4: Árni Frederiksberg
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Meinhard Debes Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv, Atli D. Petersen – Kristian Andersen, Mórits Heini Mortensen, Beinir Nolsøe – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Mads Bo Mikkelsen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René Shaki Joensen
-
KÍ | 4 | 4 | 0 | 0 | 10 | 0 | 12 |
HB | 4 | 3 | 1 | 0 | 10 | 3 | 10 |
Víkingur | 3 | 2 | 0 | 1 | 7 | 4 | 6 |
EB/Streymur | 4 | 2 | 0 | 2 | 8 | 7 | 6 |
B68 | 4 | 1 | 2 | 1 | 6 | 7 | 5 |
AB | 3 | 1 | 1 | 1 | 6 | 7 | 4 |
B36 | 4 | 1 | 0 | 3 | 4 | 6 | 3 |
NSÍ | 4 | 1 | 0 | 3 | 5 | 14 | 3 |
07 Vestur | 4 | 0 | 2 | 2 | 5 | 9 | 2 |
Skála | 4 | 0 | 2 | 2 | 3 | 7 | 2 |
-
5. umfar
Leygardagin 9. apríl
Víkingur – Skála
Sunnudagin 10. apríl
KÍ – AB
NSÍ – B36
07 Vestur – B68
HB – EB/Streymur