Bara fýra partrolarar til fiskiskap eftir upsa

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av upsa og flatfiski

Í løtuni eru bara tvey partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Anna partið - og møguliga bæði - koma inn at landa fyri páskir.

 

- Eitt partrolarapar er eisini á gulllaksaveiði, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Av djúpvatnstrolarunum eru tveir til fiskiskap, men helst fer onkur aftrat útaftur í næstum.

 

- Eingin djúpvatnstrolari kemur inn at landa fyri páskir, verður lagt aftrat.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. 

 

- Allir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni, verður lagt aftrat.